Lýsing

El-in søkir Rakstrarleiðara

Arbeiðsøki

Sum rakstrarleiðari skalt tú hava ábyrgdina fyri dagliga rakstrinum av verkstaðnum.

Tú fært ábyrgdina fyri at menna verkstaðin – bæði innan menning av fagligari vitan og sølu, men eisini leiðslu av starvsfólkunum, sum telja projektleiðarar, elektrikarar og lærlingar. Harafturat skalt tú saman við leiðsluni seta kós og leggja virkisætlanir framyvir – og skipa fyri at útinna ætlanir.

Samanumtikið er hetta eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú í stóran mun sjálvur leggur dagin til rættis. Tú hevur ein sterkan og ábyrgdarfullan hóp afturat tær, sum hjálpir tær við teimum avbjóðingum, sum møta tær á vegnum.

 

Tínir førleikar

Tú hevur evnið at arbeiða sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt sinnalag og dugir at arbeiða saman við øðrum.

Tú hevur orkuna at ganga fremst og slóða fyri bæði í viðgongd og mótgongd

Tú hevur royndir við starvsfólkaleiðslu og dugir at leggja til rættis og stýra verkætlanum og tíðarfreistum.

Tað er ikki eitt krav, men ein fyrimunur um tú hevur útbúgving sum maskinmeistari, verkfrøðingur, el-innstallatørur ella líknandi.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at venda tær til Hilmar Danielsen á telefon +298 284500. Umsóknir og CV skulu sendast til hilmar@el-in.fo  

Vit innkalla til setanarsamrøður so hvørt sum umsóknir koma inn og seta starvið tá rætta umsóknin er komin.                                                                                                                                                                                                            

El-in er ein miðalstór fyritøka, sum er staðsett í Klaksvík. Fyritøkan fevnir um ein el-verkstað, sum arbeiðir við størri og smærri verkætlanum innan vinnulívið á sjógvi og landið umframt nýbygging av almennum bygningum. Afturat hesum hevur fyritøkan vælkenda handilin í Klingrugarðinum í Klaksvík við lampum, búnýti, hvítvørur og øðrum el-útbúnaði. 25 fólk starvast dagliga hjá el-in.

 

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024