Lýsing

Tíðaravmarkað starv sum útoyggjalærari í Kirkju-Hattarvíkar skúla

Hevur tú hug at royna teg sum útoyggjalærara, so er møguleiki at søkja tíðaravmarkað starv í Kirkju/Hattarvíkar skúla. Starvið verður sett frá 1. oktober 2019.


Um starvið
Í Kirkju/Hattavíkar skúla verða 2 næmingar, ein næmingur í 5. flokki og ein í 7. flokki.
Útoyggjalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans. Hann undirvísir í øllum lærugreinum og hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.
Útoyggjalærarin skal fremja gott samstarv millum skúla og heim og virka fyri, at næmingarnir trívast og fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.


Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalærara-útbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum. Tann, ið settur verður, eigur at tola
broytingar í starvinum.
Starvið er flokkað í lønarflokkunum 27.1, 28.1, 29.1, 29.2 og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.


Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og øðrum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 18. september 2019.


Umsóknin verður stílað til:
Mentamálaráðið
Tinghúsvegur 7
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: mmr@mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.

 

Aftur
Maskinførarar til ArtiCon
Umsóknarfreist:
18. mai 2026
Forstjóri fyri Sjúkra­húsverkið og sjúkra…
Umsóknarfreist:
21. mai 2026
Kanningar­fólk til Firum
Umsóknarfreist:
17. mai 2026
Bakari til Amarant
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Vertir til poddvarpssend­ingar hjá Norðlý…
Umsóknarfreist:
11. mai 2026
Skrivstovunæmingur
Umsóknarfreist:
22. mai 2026
Vit sóknast eftir tænara/­bartendara/­bari…
Umsóknarfreist:
1. jun 2026
Grannskoðari til Lands­grannskoðan­ina (tí…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Starvs­fólk til kundatænastuna hjá Betri…
Umsóknarfreist:
15. mai 2026
Arbeiðs­fólk til kassavirkið á Glyvrum
Umsóknarfreist:
25. mai 2026