Lýsing

Arbeiðsfólk til Vegadeildina hjá Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna søkir eftir tveimum arbeiðsfólkum at byrja skjótast gjørligt.
 
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðvíkahald av vegum­, gongubreytum, vatnveiting, kaðalgrevstri, fríðkanararbeið og aðrar fyrifallandi uppgávur.

Førleikakrøv
Sum persónur ert tú sambeiðsom/samur, forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýggj arbeiðsøkir. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, dugnalig/ur og vælskipað/ur. Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og lættliga kunna fara til verka við teimum fjølbroyttu uppgávunum á Vegadeildini. Útbúgving er ikki eitt krav, men kann vera ein fyrimunur.
 
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Klaksvíkar arbeiðarafelag ella Klaksvíkar handverkarafelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) skal sendast til klaksvik@klaksvik.fo. Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til: Klaksvíkar kommuna, Postsmoga 2, FO-710. Mrk. Arbeiðsfólk til Vegadeildina. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. mai 2020 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kristoffur Olsen, leiðara á Kloakk- og Vegadeildini, á tlf. 229088 ella kristoffuro@klaksvik.fo.
 

Aftur
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024