MS Dynamics NAV/BC ráðgevi
Stýr stendur í vøkstri og tørvar enn ein dugnaligan ráðgeva til fíggjarstýring.
Stýr veitir loysnir og tænastur, grundaðar á MS Dynamics NAV/BC. Vit hava ment fleiri ískoytisloysnir til Dynamics NAV/BC standard skipanina og hava fleiri enn 150 virknar kundar í Føroyum og í Danmark. Okkara ískoytisloysn Easy Collection hevur staðið Certified for Microsoft Dynamics góðkenningina og sølan uttanlands hevur tikið dik á seg.
- Tú hevur
Kunnleika til og royndir við MS Dynamics NAV ella líknandi skipan. - Innlit í mannagongdirnar í einari fyritøku: Keyp, sølu og CRM, goymslu, bókhald og roknskap.
- Hegni og hug at fáast við KT loysnir.
- Útbúgving innan handil, roknskap og/ella KT
- Evnir at seta teg inn í avbjóðingar kundans og finna loysnir.
- Royndir við samskipan ella verkætlanarleiðslu.
- Fyrikomandi og jaligt lyndi
Vit bjóða tær
- Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum
- Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
- Hollar og hjálpssamar starvsfelagar
- Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
- Bestu staðseting í býnum
- Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir
Spurningar?
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Snæbjørn Jacobsen, stjóra – telefon 551551, teldupost sbj@styr.fo ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.
Umsókn
Umsókn við CV og prógvum verður at senda til sbj@styr.fo. Umsóknarfreistin er 21. september 2020.
Stýr Sp/f
Undir Bryggjubakka 13
FO-100 Tórshavn
Telefon: +298 551550
3. nov 2025
2. nov 2025
30. okt 2025
3. nov 2025
10. nov 2025
6. nov 2025
9. nov 2025
9. nov 2025
30. okt 2025
2. nov 2025