Karl Martin Samuelsen, sum er ein av stigtakarunum, sigur at stovnandi aðalfundurin verður 22. februar kl 13. Ein fyrireikandi fundur var 5. Februar í Spaniastovu har avgjørt var at lýsa til stovnandi aðalfund.
Karl Martin Samuelsen, sum er ein av stigtakarunum, sigur at stovnandi aðalfundurin verður 22. februar kl 13. Ein fyrireikandi fundur var 5. Februar í Spaniastovu har avgjørt var at lýsa til stovnandi aðalfund.
Endamáli er at fremja fatan fyri mentanarliga, sosiala og uppalandi leiklutinum tónleikur hevur – vara av og fremja tónleikaligu eginleikar limanna og menna tónleikalig umhvørvi.
——–
Lýsing!
Lýst verður til stovnan av tónleikarafelag og aðalfundi fyri tónleikarafelag.
Aðalfundur til stovnan av tónleikarafelag verður í Spaniastovu 22.februar kl 13.
Somuleiðis verður lýst til aðalfund og (møguliga/ um neyðugt) til eykaaðalfund í Spaniastovu 22.februar kl 14.
Fyrireikingarbólkurin.
Viðtøkur fyri Tónleikafelagið ……………….
Grein 1.
Tónleikafelagið er stovnað .. februar 2014. Felagið hevur heimstað í Klaksvík.
Tónleikarafelagið er óheft av politiskum og átrúnaðarligum áhugamálum.
Grein 2. Endamál felagsins.
Tónleikarafelagi skal:
fremja fatan fyri mentanarliga, sosiala og uppalandi leiklutinum tónleikur hevur
vara av og fremja tónleikaligu eginleikar limanna og menna tónleikalig umhvørvi
vara av og fremja skipaði viðurskifti fyri tónleikarar gjøgnum upplæring, nýggjum avbjóðingum og motiverandi tiltøkum
vara av og menna sosiala felagsarbeiði
vara av tónleikaligum áhugamálum í tónleika – og mentanarlívinum
Grein 3. Limaskapur
3.1 Tónleikarar og onnur tónleikaáhugaði kunnu gerast limir.
3.2 Allir limir felagsins skulu tryggja at lógir og reglir verða fylgdar.
3.3 Limagjald skal gjaldast áðrenn 31.des. í inniverandi ári – uml. 2 mánaðir áðrenn aðalfundin, sum er í februar. Limagjaldið verður ásett á hvørjum aðalfundi.
3.4 Limaprógv felagsins er; um tíðarfreistin á prógnum annars er galdandi enn, gyldugt prógv fyri at eigarin av limaprógnum hevur atkvøðurætt og talurætt á aðalfundum felagsins.
Grein 4. Aðalfundur
Aðalfundur verður hildin í februar. Innkalling skal kunngerðast 14 dagar áðrenn aðalfundin. Atkvøðurætt hevur limur, sum hevur goldið limagjald til ásettu tíð. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
Til at stjørna felagnum, verður á aðalfundinum, millum limir felagsins, vald ein nevnd við 3 limum. Aðru hvørja ferd 1 og 2 limir, sum verða valdir fyri tvey ár í senn. Har afturat verða á aðalfundinum hvørt ár, valdir 2 tiltakslimir, sum eftir atkvøðutali vera fyrsti og annar eykalimur. Eykalimur tekur sæti í nevnd, tá ið nevndarlimur hevur forfall.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, skrivara og
kassameistara. Annars býtir nevndin arbeiði millum nevndarlimirnar, sum best hóskar.
Nevndin kann, um hon ynskir tað, seta undirnevndir til at hava ábyrgdina av ymiskum áhugamálum felagsins, men skal ein ella fleiri felagsnevndarlimir verða umboðaðir hesum undirnevndum.
Grein 5.
Nevndin hevur fund, tá ið formaðurin heldur tað verða neyðugt ella tá minst tveir av nevndarliminum ynskja tað.
Avgerð kann ikki verða tikin á nevndarfundi uttan so, at í minsta lagið tríggir eru á fundi og atkvøða fyri. Nevndin førir gerðabók yvir allar fundir og verður undirskrivað av øllum nevndarlimunum, ið møttir eru á fundi.
Grein 6.
Nevndin hevur skyldu at ansa eftir at endamál felagsins verður framt samsvarandi viðtøkum og samtyktum.
Nevndin hevur ábyrgdina av umsitingini av ognum felagsins.
Grein 7.
Felagið verður bundið við undirskrift av nevndarformanninum.
Til at seta í veð krevst nevndarsamtykt og undirskrift á viðkomandi skjøl av øllum nevndarlimunum og til at selja ella keypa fastogn krevst aðal – ella eykaaðalfundarsamtykt.
Grein 8.
Yvir felagsins inntøkur og útreiðtslur, verður at føra fullfiggjað bókhald.
Roknskaparárið er kalendarárið.
Grein 9.
Vanligur aðalfundur verur hildin á hvørjum ári við, hesi dagsskrá:
1. Val av orðstýrara (fundarstjóra) og skrivara.
2. Formansfrágreiðing frá farna árið.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
4. Framløga av virkisætlan fyri komandi ár.
5. Ásetan av limagjaldi.
6. Innkomin mál til viðgerðar og støðutakan.
7. Val av nevnd og tiltakslimum.
8. Val av roknskapargrannskoðara og tiltaksgrannskoðara.
9. Ymiskt.
Mál, ið aðalfundurin skal viðgera, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 15.januar. Tó kunnu onnur mál, ið ikki standa beinleiðis á fundarskránni viðgerast á fundinum, hesi koma undir ymist.
Grein 10.
Nevndin boðar til aðalfund, við skrivligara fráboðan ella við lysing i bløðunum, í seinasta lagi 14 dagar frammanundan, við tilskilan av tíð, stað og dagsskrá.
Grein 11.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin samtykkir tað. Og er fráboðanin, sum í grein 9.
Grein 12.
Øll atkvøðugreiðsla, uttan nevndarval, fer fram við hondsupprættan. Tað, sum verður havt til umrøðu á aðalfundinum, verður ført i gerðabókina, sum verður undirskrivað av fundarstjóranum.
Grein 13. Avtøka av felagnum
Verður felagið avtikið, skal hetta viðtakast við ¾ meiriluta, fyrst á aðalfundi og síðani við ¾ meriluta á eykaaðalfundi, sum skal verða lýstur 6 mánaðar seinri, har lýst verður í fráboðanini, sum einasta punkt á dagsskránni: Avtøka av felagnum. Ognir felagsins vera tá lætnar til líknandi tónleikalig endamál, sum Mentanardeildin hjá Klaksvíkar kommunu varðar av.
Grein 14.
Hesar viðtøkur eru samtyktar á aðalfundi hjá Tónleikafelagnum
……………..……. d.d. 2014.




