Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stovnur avhøvdaður og uttanríkisráðið bólgnað

John William Joensen

Hvørjar eru grundgevingarnar fyri at niðurleggja ein heilan stovn, og samstundis víðka um umsitingina hjá uttanríkisráðharranum samsvarandi?

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, setir mikudagin uttanríkisráðharranum spurningar í sambandi við at Samvit brádliga og uttan fyrivarni varð niðurlagt og starvsfólkini “umdoypt” til embætisfólk í fyrisitingini.

Munnligur fyrispurningur til
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharra

Viðvíkjandi SamVit sum er niðurlagt og umsitingin hjá landsstýrismanninum víðkað samsvarandi.

Hvørjar eru grundgevingarnar fyri at niðurleggja stovnin SamVit og víðka samsvarandi um umsitingina hjá landsstýrismanninum?

Hvør skal nú reka tær uppgávur, sum SamVit tók sær av viðvíkjandi menning av føroysku vinnuni – eitt nú ferðavinnuni?

Hví vórðu hvørki vinna, politiska skipanin ella stovnurin sjálvur hoyrd ella kunnaði í sambandi við hesa stóru broyting?

Varð landsstýrið kunnað um avgerðina, og tók landsstýrið undir við at avtaka SamVit?

Hvussu nógvum fólki ætlar uttanríkisráðharrin at siga upp í sambandi við at SamVit er niðurlagt?

Um ætlanin ikki er at siga fólki upp, á hvønn hátt er tá talan um “rationaliseringar og sparingar í almennu fyrisitingini”?

Hvussu nógv starvsfólk telur Uttanríkisráðið, nú øll starvsfólkini á SamViti starvast har?

Viðmerkingar:
Fyri bara tveimum árum síðani vórðu Ferðaráð Føroya og Menningarstovan løgd saman. Tað var ABC-samgongan – neyvt sama samgonga sum nú situr – ið framdi hesa samanlegging. Stovnurin hevur síðani arbeitt við at menna nýggjan samleika og gerast kendur innan- sum uttanlands.

Tann 2. apríl verður SamVit brádliga avhøvdað. Eingin hevur hoyrt eitt kis um hvat og hví hetta skal gerast. Umboðini hjá samgonguni tyktust eins bilsin og óvitandi og andstøðan um hesa radikalu umlegging. Løgtingið, løgtingsins vinnunevnd og uttanríkisnevnd fingu einki at vita. Vinnan varð ikki eftirspurd. Og á stovninum sum brádliga varð fluttur beint inn undir landsstýrismannin, vistu tey heldur ikki nakað um tað, sum henda skuldi. Uttanríkisráðið er við niðurleggingini av SamViti bólgnað. Í stutta tíðindaskrivinum frá Uttanríkisráðnum eru fáar grundgevingar fyri so brádliga at niðurleggja ein stovn og víðka um embætisverkið hjá einum landsstýrismanni. Og einki verður sagt um hvørjar ætlanirnar frameftir eru.

Høvuðsgrundgevingin hjá Jørgeni Niclasen og Uttanríkisráðnum er “rationalisering og sparing í almennu fyrisitingini”. Men samstundis hevur landsstýrismaðurin sagt, at ætlanir ikki eru at siga fólki úr starvi.

Hvør skal røkja vinnuáhugamálini?
Samvit hevði nógvar uppgávur. Umframt útflutningsframa, hevði stovnurin sum uppgávu at samskipa og menna føroysku ferðavinnuna, og at stuðla og ráðgeva í mun til menning av nýggjum vinnumøguleikum. At flyta allar hesar uppgávur beint inn undir landsstýrismannin virkar heilt margháttligt.

Hvat vildi ABC fyri bert tveimum árum síðani tá Ferðaráðið og Menningarstovan vórðu løgd saman? Um ætlanin var at avtaka báðar stovnarnar og umdoypa øll starvsfólkini til embætisfólk hjá einum landsstýrismanni– hví hevur man so nýtt ómetaliga nógva tíð og orku uppá at samansjóða hesar stovnar og skapa teimum ein nýggjan samleika gjøgnum SamVit – nakað sum loksins sá út til at vera komið uppá pláss?

At avhøvda ein stovn fyri at vaksa um egna umsiting í stórum kann ikki verða gjørt uttan sera gjølla og holla grundgeving. Uttanríkisráðharrin skyldar Føroya fólki og Løgtinginum eina frágreiðing um hví Menningarstovan og Ferðaráðið nú eru endaði sum umsiting hjá honum sjálvum.

Uttan hollar grundgevingar og miðvís mál við at niðurleggja ein stóran stovn, skapar framferðarhátturin hjá uttanríkismálaráðharranum og landsstýrinum bæði órógv og ótryggleika.

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna