Vit hava ikki frætt frá øllum teim størru útróðrarbátunum úr Norðoyggjum. Men frá Brandi fingu vit at vita, at teir hava um 11.500 pund, harav 4.000 av toski. Brandur segði, at teir fingu enda seinnapartin og at fýra stampar stóðu eftir av teim 48 teir høvdu við í dag, tá teir avgjørdu at sigla inn. Um Bragd, segði Janus Sørensen á Brandi, at Bragd hevði mett seg til 11.000 í dag.
Vit tosaðu við Líðhamar fyri løtu síðani. Peter Joleiv, skipari segði, at tað hevði gingið striltið hjá teimum seint seinnapartin at draga og at enn stóðu 7 stampar eftir, sum teir nú fóru at leggja á. Teir høvdu eisini fingið enda og tí vóru teir so seinir í dag. Norðsøka og Kallanes hava vit ikki frætt frá, hóast vit hava roynt.





