Hóast brúkiligur fiskiskapur hjá útróðrarbátunum við íslandsloyvi, so kann summarið í ár ikki sammetast, til fisk, við árini frammanundan.
Nú heystjavndøgur er farið afturum, hespast Kallanes framvegis undir Íslandi við at fáa kvotuna til høldar. Í fjør og fyrra árið byrjaðu teir ávikavist 2. og 6. juni, og høvdu fiska kvotuna ávikavist 21. og 27. juli. Tað, sum Kallanes tá brúkti tveir mánaðar til, hava teir higartil brúkt fram ímóti fýra mánaðum til og liggja framvegis við Íslands Strendur.
Finnbjørn Vang sigur okkum, at hesin seinasti túrurin hevur skjótt vart ein mánaða. Kallanes fór av Klaksvík 27. august. Tað viðraði illa har yviri tá teir vóru komnir fram og fóru tí inn á Hafnafjørðin, har teir lógu í eina viku, tí teir vandaðu veður. Tá teir komu út aftur, gekk striltið við fiskiskapinum orsakað av veðri og valdu tí at fara inn í Vestmannaoyggjar at avreiða, tá veðrið øtlaði. Har lógu teir eisini veðurfastir í eina viku ella so. Eg tosaði við teir í gjárkvøldið, sigur Finnbjørn Vang, tað var eysturætt tá og hann skuldi skifta ætt, so eg rokni við at um veðurlíkindini eru lagaligari so eru teir farnir at sigla í nátt ella kanska ídag. Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, um 6.000 pund upp á dagin, men tó onki at samanlíkna við tvey tey seinastu árini, sigur hann at enda.




