Politiski mydugleikin avgjørt at seta Ternuna at røkja Skopunarleiðina, saman við Teistanum í tríggjar mánaðar, uttan at spyrja Strandferðsluna til ráðs, sigur Dánjal Andreasen stjóri á Strandferðsluni
Tað er eingin loyna at orðaskiftið um Sandoyartunnilin er eitt sera eymt politiskt mál.
Løgmaður hevur í fjølmiðlunum sagt at hetta málið kann spreingja samgonguna og fyri kortum var ein semja gjørd at seta ein bólk at arbeiða við einum tilmæli, sum skal leggjast fyri samgonguna á Ólavsøku.
Sum plástur á sárið fáa Sandoyingar nú tvey skip at sigla um Skopunarfjørð, men stjórin á Strandferðsluni heldur tað vera sera løgið at politiski myndugleikin ikki hevur spurt stovnin um ráð hesum viðvíkjandi.
– Vit fingu ein fyrispuring um hvat tað kostaði at hava Ternuna og Teistan siglandi í tríggjar mánaðar um Skopunarfjørð. Vit svaraðu spurninginum og síðan er politisk avgerð tikin um at seta Ternuna í sigling, hóast hetta kanska er ein tung og dýr loysn fyri samfelagið, sigur stjórin.
– Eg haldið tað verða løgið at vit ikki eru bidnir um at kannað aðrar møguleikar tí loysnin við Ternuni er problematisk.
– Ført hevur verið fram í politiska orðaskiftinum og í fjølmiðlunum at bilar ofta standa eftir á ferjuleguni á Skopunarleiðini, men hetta mest tá trailarar eru við skipinum.
– Tað kundi verið ymiskir aðrir møguleikar at loyst málið uppá, men eingin hevur spurgt okkum um ráð – avgerðin er tikin og vit mugu so fylgja henni, sigur stjórin á Strandferðsluni.
Sum Norðlýsið skilir eru eisini praktiskir trupuleikar við hvar Ternan skal liggja tá hon ikki er í sigling.




