Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Strandferðslan setir kikaran fyri blinda eygað

Oliver Joensen

Visit Faroe Islands hevur gjørt eitt megnar arbeiði við at fáa ferðafólk til Føroya. Ikki bert hevur gingið væl at fáa fremmanda fólk hendan vegin, tí eisini eru vit føroyingar farnir at ferðast meira í egnum landi.

Hetta hevur skapt trýst á samferðslukervið, ikki minst inn í Kalsoynna har smáu bygdirnar, kópakonan, Kalsvík, borgarin og tindarnir hava verið eitt must, bæði hjá fremmanda fólki og okkum føroyingum sjálvum.

Trýst á SAM

Tøl frá ferðamannskipinum Sam, sum eru til skjals á heimasíðuni hjá SSL, boða frá einum ógvusligum vøksturi á rutuni av Klaksvík inn í Kalsoynna og aftur.

Í 2013 flutti Sam sambart Strandferðsluni 36.678 fólk um fjørðin, ímeðan talið fyri 2016 er 56.669 ferðafólk. Tað vil siga, at ferðafólkatalið í 2016 er dupult so stórt, sum tað var bara trý ár frammanundan. Síðani 2015 er talið av akførum fyrstu 6 mánaðirnar av árunum vaksið við umleið einum triðingi. Her er at viðmerkja, at kapasiteturin á bildekkinum á Sam sjálvandi setir avmarkingarnar her.

Kaos á Varpinum

Orsakað av vánaligum bussambandi í Kalsoynni, royna nógv, sum fara í Kalsoynna at hava bilin við. Hetta hevur skapað ógvusligan ruðuleika á Varpinum, tí bilkøirnar hava verið langar. Tað hevur gjørt, at Sam hevur siglt upp í líka nógvar eykatúrar um dagin, sum fastlagdir rututúrar eru á ferðaætlanini.

Strandferðslan tvíheldur um, at túrarnir mánadag, mikudag og fríggjadag klokkan 10 eru frakttúrar. Tí koyrir ongin bussur til hesar túrar. Týsdag og hósdag siglir Sam als ikki klokkan 10, tí tá er óneyðugt við frakttúrum.

Ongin bussur

Klokkan 10 á morgni er í veruleikanum “prime time” hjá ferðafólki at fara í Kalsoynna, tí næsti túrur er ikki fyrr enn klokkan 14.50. Sostatt passar túrurin klokkan 10 sum fótur í hosu til ferðamannin, antin føroyingin ella útlendingin, tí skalt tú vitja bygdirnar, ganga fjøllini, ella síggja Kópakonuna og Kalsvík, so er hetta “túrurin”. – Men ongin bussur. Tí er loysnin at hava bilin við og tað skapar nógvar eykatúrar hjá Strandferðsluni.

Setningurin hjá Strandferðsluni er at tæna búfólki á Kalsoynni og ikki ferðfólki, tí er ferðaætlanin løgd sum hon liggur.

Nógvir fundir við landsstýrismannin í samferðslumálum hava verið um óskilið. Tað hevur ligið í luftini at loysnir møguliga kundu finnast, men higartil er als onki hent. Serliga hava Kalsoyingar roynt at fingið buss at koyra til og frá 10 túrunum, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás.

16 milliónir skattakrónur

Í almennum regi, sær ikki út til at høgra hond arbeiðir saman við vinstru. Okkara landspolitikarar hava blakað 16 milliónir krónur eftir at fáa fleiri ferðafólk til landið. Nógvu skattakrónurnar hevur Ferðaráðið fingið um hendur og væl hevur hilnast. Fremmandafólk streyma til landið. Men inni í landinum haltar, tí her sýnist ongin ferðafólkapolitikkur at valda yvir høvur. Eitt nú kennir Strandferðslan seg ikki at hava ábyrgdina av ferðafólki inn í Kalsoynna.

Strandferðslan má arbeiða eftir politiska málsetninginum og tí er skilið hareftir.