Strandfaraskip Landsins hava fyrireikað seg til sera nógva ferðslu um Leirvíksfjørð í sambandi við Summar Festivalin. Dúgvan og Sam sigla eykatúrar, og verður neyðugt at seta eyka skip inn, verður tað eisini gjørt
Fríggjadagin og leygardagin verður Summar Festivalurin í Klaksvík. Atgongumerkjasølan hevur verið sera stór undan festivalinum, og fólk úr øllum landinum skulu hetta vikuskiftið til og úr Klaksvík.
Hetta hevur Strandferðslan fyrireikað seg til, og eykatúrar verða sigldir um Leirvíksfjørð eftir konsertirnar bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Ein serlig ferðaætlan er gjørd, og hon kann síggjast á www.ssl.fo.
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið fara Dúgvan og Sam at sigla so leingi, sum fólk eru eftir á kaiini í Klaksvík, og verður tað um vikuskiftið neyðugt at seta eyka skipa inn, so fer Strandferðslan at gera tað.
Úr Leirvík verður bussamband út í Eysturoynna og til Havnar í sambandi við allar eykatúrarnar.




