Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Strangari eftirlit við Norðoyatunlinum

Oliver Joensen

Seinastu tíðina er fleiri ferðir komið fyri, at bilar av sínum eintingum eru farnir ígjøgnum Norðoyatunnilin. Arbeiðisfólki hevur í onkrum førum verið í lívsvanda.

 Vaktarhaldið við Norðoyatunnilin er munandi strangari nú enn tað fyrr hevur verið. Orsøkin er, at alt fleiri og fleiri bilar uttan loyvi gera royndir at fara ígjøgnum og í hvussu so er í trimum førum hevur verið um reppið at vanlukka er hend.
Talan hevur verið um arbeiðisfólk, sum arbeiða á høgum lyftum uppi undir loftinum. Tað er komið fyri, at bilar, sum uttan loyvi eru farnir ígjøgnum, hava fløkt seg í kablar, ið hava hingið niður frá lyftini og tí hevur verið um reppið at lyftin við fólki í koppaði.
Nú hevur so Norðoyatunnilin tikið avleiðingarnar og hevur sett strangari eftirlit, soleiðis at øll, sum ditta sær at fara ígjøgnum uttan loyvi vera meldað til politiið, og bótin er stór, verður sagt úr Norðoyatunnlinum.