Torradagar: Bogi Hansen, havfrøðingur heldur fyrilestur í Miðhøllin á Skúlatrøð, leygardagin kl 15.50 – hetta sum partur av “veðurlagsráðstevnu”, sum byrjar kl. 15.00 við veðurmanninum, Jesper Theilgaard frá DR og endar við Terja Nielsen, verkætlanarleiðari hjá SEV.
Torradagar: Bogi Hansen, havfrøðingur heldur fyrilestur í Miðhøllin á Skúlatrøð, leygardagin kl 15.50 – hetta sum partur av “veðurlagsráðstevnu”, sum byrjar kl. 15.00 við veðurmanninum, Jesper Theilgaard frá DR og endar við Terja Nielsen, verkætlanarleiðari hjá SEV.
Bogi Hansen, Havfrøðingur greiðir soleiðis frá um sín fyrilestur:
Aftan á fyrilesturin hjá Jesper Theilgård, sum er í Miðhøllin á Skúlatrøð, fer Bogi Hansen, havfrøðingur, stutt at greiða frá sambandinum millum veðurlag og streymarnar í havinum kring Føroyar. Frá náttúrunnar hond liggja okkara oyggjar sera væl fyri. Fram við Føroyum rekur sjógvur, sum stavar frá heitari leiðum, og sum tí hitar okkara havøki, luft og land. Føroyar eru tí nógv lýggjari, enn tú kundi væntað, tá tú hugsar um, hvussu norðarlaga vit liggja.
Men, hetta heita rákið er partur av eini størri streym ringrás í Norðuratlantshavi, ið er knýtt at tí veðurlagi, sum er í dag. Køld luft í arktiska økinum norðan fyri okkum fær sjógv at søkka har norðuri og sýgur hetta heita rákið, sum fer fram við Føroyum. Alt bendir tó á, at arktiska økið fer at hitna ógvisliga hesa komandi øldina av tí CO2, sum vit menniskju lata út í luftina. Hetta kann ávirka pumpuna, sum drívur streymin fram við okkum, og Veðurlagsnevndin hjá ST hevur í nógv ár ávarað um, at streym ringrásin í Norðuratlantshavi kann fara at vikna.
Hesi seinastu árini hava fjølmiðlarnir eisini av og á borið tíðindi um, at streymarnir longu eru viknaðir. Hetta hoyrdist millum annað seinasta heyst í sambandi við, at sjógvurin í landsynning úr Grønlandi var óvanliga kaldur í 2015. Serfrøðingar kjakast enn, um hetta veruliga er so; men hetta hevur, ið hvussu er, ikki fingið okkara heita streym at vikna. Tann stóra streym ringrásin í Norðuratlantshavi stavar fyri ein part frá okkara leiðum; men hon kemur eisini frá einum øki millum Canada og Grønland, og tað er helst har, at rákið er viknað.
Streymin, sum fer fram við Føroyum, hevur Havstovan mátað nú í eini tjúgu ár, og her hjá okkum eru eingi tekin um veikari streym. Heldur er sjógvurin hitnaður hesa tíðina, og hann ber tí meiri varma við sær, enn hann gjørdi fyri tjúgu árum síðani. Einki bendir tí á, at okkara heiti streymur er viknaður; men hvussu verður í komandi tíðum, er torført at siga. Forsagnirnar hjá veðurlagsfrøðingum eru neyvar innan nøkur øki; men ikki fyri streymin í havinum. Vit vita tí enn ikki, um tað heita rákið fram við Føroyum verður støðugt ta komandi øldina ella ikki. Tí er eisini torført at siga við vissu, um Føroyar fara at hitna líka skjótt sum aðrir partar av heiminum, og hvussu okkara veðurlag fer at broytast.
Skráin fyri Veðurlagsráðstevnuna í morgin:
Miðhøllin á Skúlatrøð – Veðurlagsráðstevna – kl. 15.00
17 Sangarar syngja tveir sangir og eina íslendska syrpu eftir Sigfús Halldórsson
Kl. 15.10
Fyrilestur við kenda veðurmanninum á DR, Jesper Theilgaard, sum fer at gera sínar metingar um, hvussu hugsast kann, at veðrið fer at hátta sær um 20 – 30 ár. Verður meira vindur, meira regn, vatnstøðan hægri, kaldari, heitari o.a.? LES UM FYRILESTURIN HER
Kl. 15.50
Bogi Hansen, havfrøðingur, heldur fyrilesturin: “Streymurin kring Føroyar og veðurlagið ta komandi øldina”.
Kl. 16.10
Terji Nielsen, verkætlanarleiðari hjá SEV, greiðir frá, hvussu teir hava lagt seg eftir at framleiða meira grøna orku, og koma teir tí eisini at hava eitt íkast við viðmerkingum og fyrispurningum í mun til tær metingar um veðrið, Jesper Theilgaard kemur við. Hetta ger SEV eisini sum “brúkari av veðrinum”. LES UM FYRILESTURIN HER




