“Eitt einmælt løgting samtykti at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar.” Eg stúrsaði við, tá eg las henda setningin, tí soleiðis hevði eg als ikki skilt tað.
“Eitt einmælt løgting samtykti at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar.” Eg stúrsaði við, tá eg las henda setningin, tí soleiðis hevði eg als ikki skilt tað.
Eg veit ikki hvussu ofta eg í politiskum orðaskiftum havi hoyrt um, tá fiskimarkið varð flutt út, og hóast eg havi fylgt væl við og verið aktivur í politikki í nógv ár, so eri eg akkurát ov ungur til at minnast hesa søguligu hending. Og hendingin var ikki bara ein hending, sum fór fram í 1977. Hon hevði eina langa forsøgu.
Eg var 10 ár, tá fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar, so eg minnist okkurt í sambandi við tað, men akkurát hvør ið segði hvat, og hvørjar grundgevingarnar vóru, minnist eg av góðum grundum ikki. Eg havi tí ofta ætla mær at leita í gomlum bløðum og skjølum, men tað er eitt størri arbeiði at fara í holt við, tí hóast tilfarið er til, so liggur tað rættiliga spjatt.
Men út frá tí sum eg í seinni tíðum havi hoyrt í politiskum kjaki, so havi eg gjørt mær eina mynd av, at føroyingar vóru rættiliga ósamdir hvat fiskimarkinum viðvíkti, og nú stóð eg knappliga við eini bók í hondini, har staðfest var, at eitt samt løgting hevði samtykt at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar.
Bókin greiðir fløkjuna
Tað var ein dagin í heyst, at mín góði vinur Hansu Samróð hevði verið framvið á Norðlýsinum, og hann hevði lagt eina bók á borðið hjá mær. “Stríðið um 200 fjórðingar”.
Hanus hevur fyrr givið út bøkurnar “Stríðið um fiskimarkið” og “Stríðið um makrelin”. Hendan seinasta bókin er tann sum eg hevði størst áhuga í, tí hon viðgerð júst tað tíðarskeiðið og ta hendingina, sum eg so mangan havi ynskt at vita meira um. Og eg má siga, at eg fekk nógv burturúr at lesa bókina. – Ja Hanus hevur í roynd og veru samlað træðrirnar saman, sum lógu ov spjæddir til at lesa.
Eg visti ikki, at føroyingar hóast alt vóru so samdir um hetta málið, og eg visti heldur ikki, at spurningurin um fiskimarkið var so tætt knýttur at spurninginum um europeiska felagsmarknaðin (EF) og EFTA.
Eisini aðrar avleiðingar máttu takast við í avgerðina. Til dømis mistu føroyingar rættin at fiska innanfyri 200 fjórðingar hjá Íslandi og Stóra Bretlandi og neyðugt varð at endurskoða allar fiskiveiðuavtalur. Men samtíðis høvdu føroyingar meira at lata av, og útlendsk skip við Føroyar máttu eisini longur út at royna.
Greiðir frá á Torradøgunum
Hanus hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at leita í gomlum bløðum og í Løgtingstíðindum, og hann greiðir í bókini væl og greidliga frá søguligu gongdini.
Eg vil avgjørt mæla øllum, sum hava áhuga í nýggjari søgu til at lesa bókina, og eitt stig á leiðini kann eisini vera at møta upp í Miðhøllini á Skúlatrøð í kvøld klokkan 20. Har fer Hanus at greiða frá tí sum bókin umrøður.
Helgi Abrahamsen




