Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stríggið at fáa brennivín til høldar

Danial Viðoy

Fyri tretivu árum síðani var tað ikki lætt at fáa brennivín til høldar. Í dag snýr kjakið seg um at avtaka einkarsøluna og loyva handlum at selja. Fyri tretivu árum síðani vóru føroyingar noyddir at bíleggja úr Keypmannahavn. Og tað var ikki bara sum at siga tað. Vit hava funnið eina upptøku frá 1984.

NRK sendi í 1984 eina dokumentarrøð um Føroyar. Í hesi fyrstu sendingini greiddi ein føroyingur frá, hvussu brennivínið fekst til høldar upp undir Ólavsøku.

Áhugavert at síggja, hvussu nógv tað er broytt í mun til tá. Summir føroyingar hava ofta lyndið at grenja um, at tað ikki ber til at keypa brennivín og øl inn til veitslu í einum ganska gemenum handli.

Kanska pípan fær eitt annað ljóð, tá ið eyguni síggja og oyruni hoyra, hvussu stríggið tað fyrr var at fáa gorrivesku til høldar.

Dokumentarin kann síggjast her

Har við er heldur ikki sagt, at kjakið um føroysku einkarsøluna skal tiga. Tað er altíð pláss fyri broytingum – á øllum økjum.

Sí brotið úr dokumentarini niðanfyri:

Harleyfacadeacryl