Leygardagin kl. 10 skipa kvinnurnar í 1. deild hjá KÍ fyri mat- og køkutombola í Lognbrá í KÍ-høllini. Peningurin fer til Europa Cup luttøkuna hjá kvinnunum.
Seinast í august mánaða, fara 1. kvinnur hjá KÍ at luttaka í Europa Cup. Hvar dystirnir skulu leikast, verður fyrst avgjørt í juni mánaða, tá lutakastið verður.
Men tað er dýrt at luttaka og kvinnurnar skulu sjálvar fíggja luttøkuna. Tí verður skipað fyri køkutombola, sum liður í ymiskum tiltøkum, sum kvinnurnar fara at gera í samband við innsavnanina.




