Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stuðul frá Føroya Skipara- & Navigatørfelag

Føroya Skipara- & Navigatørfelag

Føroya Skipara-& Navigatørfelag  vil við hesum staðiliga mótmæla, at ein almennur stjóri, sum í hesum føri er stjórin í Almannaverkinum, hóttir við persónligum avleiðingum fyri hvønn einstakan pedagog, í sambandi við verkfallið hjá Pedagogfelagnum. Ein slík útsøgn er óhoyrd í einum siviliseraðum samfelag, sum Føroyar eru. FSN heitir á Edvard Heen um at vísa respekt og virðing fyri tí frælsa samráðingarrættinum.

Pedagogfelagið er í lógligum verkfalli og Føroya Skipara-& Navigatørfelag vil við hesum veita teimum sín fulla stuðul, til at fremja lóglig stríðsstig í hesum sambandi.

 

Vegna Føroya Skipara- & Navigatørfelag

Annfinnur Garðalíð, formaður

Harleyfacadeacryl