Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuðul latin til 11 nýggjar verkætlanir

Danial Viðoy

Granskingarnevndin hevur á fundi 9. mai játtað stuðul til 11 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar kr. 7.201.790 til verkætlanir á økjunum mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsa.

Tíðindaskriv: Granskingarnevndin hevur á fundi 9. mai játtað stuðul til 11 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar kr. 7.201.790 til verkætlanir á økjunum mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsa.

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2016, eru:

Mentan

Elisabeth Holm: Nýggjar tíðir, ‘nýmælt í føroyskum’ og samfelagsmálvísindi i í sambandi við integratiónin á arbeiðsmarknaðinum: Avbjóðingar og møguleikar

Ph.d. verkætlan á Herriot-Watt University – játtan kr. 412.375

Jógvan í Lon Jacobsen: Broytingar í føroyskum málføri í tvey ættarlið. Hvussu, hvussu skjótt og hví?

Verkætlan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 887.795

Hildur Patursson: Føroyski barnagarðurin í mentanarsøguligum høpi

Verkætlan á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 242.358

Paula Gaard: Bókaummæli og –kritikkur í føroyska bókmentastovninum

Ph.d. verkætlan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 1.112.098

Náttúra og náttúrutilfeingi

Sjúrður Hammer: Árin av veðurlagsbroytingum á føroyskan kjógva

Verkætlan á Umhvørvisstovuni – játtan kr. 80.000

Matur

Urd Grandorff Bak: MacroPro – Framleiðsla av makrotara til matna & fóður við pre-and pro-biotic (livin) eginleikum og sevju til taðingarevni

Verkætlan á Ocean Rainforrest – játtan kr. 900.000

Samfelag

Regin Berg: Føroyskur politikkur – Millum løggildi og vald. Ein kanning av óformligum politiskum støðutakanum

Ph.d. verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 1.100.000

Jóhannes Miðskarð: Námsfrøðilig leiðsla í dagstovnum

Verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 87.164

Heilsa

August G. Wang: Vandaílegur fyri ADHD í Føroyum

Verkætlan á Ílegusavninum – játtan kr. 780.000

Maria Skaalum Petersen: Parkinson sjúka í Føroyum – ein langtíðar kanning

Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – játtan kr. 500.000

Annbjørg á Høvdanum: Møði hjá føroyskum fiskimonnum

Ph.d. verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – játtan 1.100.000

26 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt 21,7 mió. kr.

Næsta umsóknarfreist hjá Granskingargrunninum verður væntandi 15. februar 2017 kl. 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2017.

Longu 1. september 2016 kl. 12 er freistin at søkja stuðul til heilsugransking úr Sjúkrakassagrunninum. Talan er um høvuðsøki 2. Hesaferð verður bert lýst eftir umsóknum á økjunum: Hjartasjúkur og krabbamein. Les meira her.

Við játtanunum í hesum umfarinum eru nærum 200 verkætlanir stuðlaðar síðani skipanin við granskingarstuðli varð sett á stovn fyri 20 árum síðani . Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2015 sæst her.