Vit taka okkum saman um politiskar flokkar fyri at røkja áhugamálini hjá landi og tjóð. Virksemið kostar pening, og hann gjalda vit gleðiliga fyri at fáa ávirkan, so flokkurin ikki fer av tí kós, sum vit vilja hava hann at halda.
Vit taka okkum saman um politiskar flokkar fyri at røkja áhugamálini hjá landi og tjóð. Virksemið kostar pening, og hann gjalda vit gleðiliga fyri at fáa ávirkan, so flokkurin ikki fer av tí kós, sum vit vilja hava hann at halda.
Men ein vandi er sjálvandi, og hann er, at onkur uttanífrá vil hava ávirkan á flokkin. Tekur flokkurin móti slíkum gjaldi, so nýtist honum ikki at hugsa so nógv um at gera limunum til vildar. Flokkurin skal bara halda seg væl við tann stóra sponsorin.
Verður hugt eftir hvussu stendur til í so máta við føroysku politisku flokkunum, so hava teir ein stóran sponsor.
Talan er ikki um ein føroying, sum vil keypa sær ávirkan. Hetta verður vanliga hildið at vera illgrunavert og verður gjølla kannað.
Her er hinvegin talan um eina útlendska stjórn, sum ávirkar føroyskar flokkar við at gjalda teimum pening.
Talan er um donsku stjórnina. Hon heldur tað vera vert at gjalda flokkum okkara pening. Í ár er talan um tretivu krónur og fimmti oyru í judasarpeningi fyri hvørja atkvøðu, flokkarnir fingu á fólkatingsvalinum 2011. Tilsamans er talan um 568.032,50 krónur, og er býtið flokkanna millum hetta:
| Ár/flokkur | Fyri atkvøðu | Fólkafl. | Sambandsfl. | Javnaðarfl. | Tjóðveldi |
| 2015 | 30,50 kr. | 120.017,00 | 194.042,00 | 132.126,00 | 121.847,50 |
Gjaldið veksur við umleið einari krónu um árið, og út frá valúrslitinum 2015 verður skurðurin í komandi fýra ára skeiði hetta:
| Ár/flokkur | Fyri atkvøðu | Fólkafl. | Sambandsfl. | Javnaðarfl. | Tjóðveldi |
| 2016 | 31,50 kr. | 137.592,00 | 173.250,00 | 178.479,00 | 180.495,00 |
| 2017 | 32,50 kr. | 141.974,00 | 178.750,00 | 184.145,00 | 186.225,00 |
| 2018 | 33,50 kr. | 146.361,00 | 184.250,00 | 189.811,00 | 191.955,00 |
| 2019 | 34,50 kr. | 150.696,00 | 189.750,00 | 195.477,00 | 197.685,00 |
Í árunum 2015-19 fáa hesir flokkar tilsamans meir enn tríggjar milliónir krónur, ella nágreinliga 3.374.928.
Henda upphædd verður nýtt til at fáa ávirkan, Nøkur fáa starv og fasta løn. Onnur reka fyritøkur, sum gera lýsingar tá valstríð er. Bløðini og portalar taka fyri greinar, sum flokkarnir halda flyta atkvøður. Einki er at ivast í, at hetta viðhvørt kann gera mun.
Vit hava øll hoyrt um Hans og Gretu í pannukøkuhúsinum. Tey sluppu at eta so nógv teimum lysti fyri at gerast feit og leskilig.
Føroysku flokkarnir eru sanniliga fitnaðir av at eta danska stuðulin upp. Prísurin er, at demokratiið hjá tjóð okkara er farið fyri skeytið, tí teir flokkar, sum skuldu verið á varðhaldi fyri at verja okkara áhugamál, við vitandi og vilja hava gjørt seg til skjólstøðingar, klientar, hjá okkara mótparti, sum afturfyri fær teir at renna ørindi fyri seg.
Zakarias Wang
Valevni fyri Nýtt Sjalvstýri




