Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stuðulsrenning fyri Músabróður

Jóhann Lützen

Í sambandi við at Treysti skipar fyri FM í hálvmaraton/NS hálvmaraton leygardagin 3. mai 2025 kl 14, verður eisini skipað fyri 5 km stuðulsrenning

Peningurin, sum kemur inn frá stuðulsrenningini í ár, fer óskerdur til at stuðla Músabróðir – Eydnudeildin í Klaksvík, ið er ein hondbólts-felagsskapur fyri børn, ung og familjur teirra.

Les meira um Músabróðir: https://www.facebook.com/profile.php?id=100076318353003 
Les meira um Eydnudeildina: https://www.facebook.com/Eydnu 

Gevið gætur: 
Stuðulsrenningin verður ikki skipað sum ein kapping. Teinurin er eitt umfar á hálvmaraton-rutuni, tvs á leið 5 km. Luttakarir til stuðulsrenningina fáa ikki startnummar og onga skrásetta tíð. Starturin fyri stuðulsrenningina er á leið kl 14:05, tvs stutt eftir at FM í hálvmaraton verður skotið í gongd. Heitt verður tí á stuðulsrennarar at renna / ganga ytst á høgru síðu, og vísa atlit í mun til rennarar, ið kappast um Føroyameistaraheitið. 

Tilmelding til stuðulsrenningina er á heimasíðuni hjá FÍF, og meldast kann eisini til á staðnum frá kl 13.30. Eisini verður møguleiki hjá áskoðarum at stuðla Músabróðir við at koyra reiðan pening í bússuna, sum stendur við startin. 

Treysti ynskir at takka øllum, ið vilja vera við til at stuðla Músabróðir!