Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuðulsrógvingin hjá KRF: Old girls smæddust ikki burtur

(
John Færø)

Allar 5 manningarnar, sum í summar fara at umboða Klaksvíkar Róðrarfelag í FM-róðrunum, luttóku um vikuskiftið í stuðulsrógving til frama fyri felagið. Sum tann fimta manningin róði old girls manningin leygarkvøldið, og tær stóðu seg bara heilt væl, samanborið við hinar manningarnar.

Nú er greitt, at manningarnar, sum fara at umboða KRF í kappróðri í summar, eru fimm í tali.

Páll Fangi er mannaður við bæði kvinnum og monnum, har báðar manningarnar eru hava rímiliga drúgvar royndir.

Síðani er Fípan Fagra somuleiðis mannað við bæði gentum og dreingjum – tvær spennandi og ungar manningar, sum vit vónandi fara at síggja nógv til í framtíðini.

Seinasta manngin, sum í skrivandi løtu er fullmannað og klár rógva kapp, er old girls, sum eftir ætlan skulu rógva kapp við onkra aðra old girls manning, men sum skilst er tað ivasamt, um nøkur onnur old girls manning verður við í ár.

Um tað verður trupulleikin, hevði tað verið stuttligt, um tær ístaðin høvdu havt dirvi til at melda seg til genturóðurin við 5-mannaførum, har einki aldursmark er á kvinnusíðuni.

Neyvan hava tær vant eins nógv og tær yngru manningarnar, so neyvan er kondisjónin heilt tann sama, men um ein skal meta út frá teinunum, sum manningarnar róðu í stuðulsrógvingini, so smæðist old girls-manningin í øllum førum ikki burtur millum hinar manningarnar!

Okkum kunnugt so róðu manningarnar hesar teinarnar í stuðulrógvingini um vikuskiftið:

Páll Fangi menn           15000 metrar
Fípan Fagra dreingir    12500 metrar
Old Girls kvinnur         12000 metrar
Páll Fangi kvinnur        11000 metrar
Fípan Fagra gentur       11000 metrar

Neyvan kunnu teinarnir brúkast sum parametur fyri útlitunum í komandi FM-róðrunum, men stuttligt er tað kortini, at tann elsta manningin var so ófør at stuðla felagnum saman við hinum manningunum hjá KRF.