Fyrst av øllum fari eg at takka fyri, at eg var boðin við til framløguna á Hotel Føroyum um Flogoynna, sum bæði var djørv og spennandi við frískum íblástri, og sum Jóannes sjálvur sigur, so vóru ymiskar meiningar um hesa framtíðarverkætlanina. Tað vil so vera!

Hinvegin síggi eg ídag 15. oktober í eini samrøðu, sum Sosialurin gjørdi við hann, at Jóannes sigur orðarætt: “ … Men søgan úr Norðoyatunlinum má bara ikki endurtaka seg, har man ikki visti, hvat grótið úr tunlinum skuldi brúkast til og tí bara vippaði tað á sjógv í Klaksvík”.
Hetta er bæði skeivt, og harafturat haldi eg tað vera burturvið og óneyðugt at brúka í eini tílíkari samrøðu.
Tá Miðbýarætlanin í Klaksvík varð gjørd í 1987/88, og samstundis var farið at tosa um ætlnanina fyri Norðoytunnilin, lá nevniliga í kortunum, at grótið úr Norðoyatunlinum skuldi brúkast til at fylla út “niðri á Sandi, sum vit málbóru okkum í samband við Miðbýin.
Hetta var sostatt við í verkætlanini. Longri er tann søgan ikki.
Hervið vóni eg at hava fingið hetta uppá pláss yvirfyri vinmanninum Jóannesi.