Søgnin um kópakonuna er aldargomul. Men at gera eina nýggja útlegging av søgnini og at fortelja hana á meira viðkomandi hátt, er eisini ein møguleiki. Tað hevur Karin Kristianna Gram, saman við tveimum lestrarfeløgum, gjørt. – Hetta er samstundis ein roynd, at gera útlendingar varugar við áhugaverdu søgnina.

Karin Kristianna Gram hevur júst lokið BA í Film og Media á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hon, Line Wulff Shrøder Jensen og Emilie Thejll Madsen hava framleitt ein nútíðar stuttfilm um Kópakonuna í sambandi við endaliga uppgávu.
Søgnin er aldargomul, men í staðin fyri at fortelja hesa aldargomlu søgnina umaftur, er søgnin ”nútímansgjørd”. – Tær hava roynt at bjóða hyggjarunum av, uttan at broyta søgnina um Kópakonuna.
Tær halda, at tað eru nógvir góðir boðskapir í søgnini um Kópakonuna. – Tað er at siga farvæl og sleppa, at góðtaka tilveruna, sum hon er, og at stríðast við sorg, sigur Karen Kristianna Gram við mittfo.dk.