Í nýggju bókini ”Nólsoyar Páll – siglingarmaður og skald” lesa vit um lagnuferðina í 1808. Nær Skagen tóku bretar Royndina fríðu sum krígsfong og settu manningina umborð í bretskt fangaskip.
Føroyingarnir sluppu seinni til London, har teir fingu góða móttøku og nýtt skip við kornfarmi. Nýggja skipið, North Star, setti síðan kósina móti Føroyum, men hvarv, og eingin spurdist aftur.
Stýrimaður Nólsoyar Páls, Joen Joensen, Jógvan á Gaddi úr Porkeri, fór aðrar leiðir og ikki heim við North Star, sum gekk burtur. Í nýggju bókini um Nólsoyar Páll, sum Óli Olsen hevur skrivað, stendur eitt nú soleiðis:
“Jógvan fer við bretskum hvalastingara, sum í Suðuríshavinum verður tikin av amerikonskum herskipi. Føroyingurin verður amerikanskur herflotamaður og skrivast John Johnson. Á veg úr suðuramerikonsku havnini Valparaiso 28. mars 1814 við amerikanska herskipinum Essex og David Porter flotaovasta, verða teir álopnir av bretsku herskipunum Phoebe og Cherub. Aftan á blóðugan bardaga og stórt mannfall strikar Essex flaggið. John Johnson hórar undan, men missir høgra arm. Teir, ið bjargaðu lívinum, komu til New York á sumri 1814.”
Bókin er at fáa í Bókasølunum kring Landið.




