Símun Absalonsen hevur gjørt av ikki at søkja Skráseting Føroya um undantaksloyvi at vera limur í stýrinum.
Símun Absalonsen hevur í dag boðað landsstýrismanninum í mentamálum frá at hann tekur seg úr stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Hann hevur gjørt av, at hann ikki, sambært lóg um løggildar grannskoðarar, fer at søkja Skráseting Føroya um undantaksloyvi at vera limur í stýrinum.
Landsstýrismaðurin í mentamálum harmast um avgerðina, men hevur tikið fráboðanina frá Símuni Absalonsen til eftirtektar. Landsstýrismaðurin fer í næstum at tilnevna nýggjan formann, so stýrið kann fara fullmannað til verka.




