Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Styrkir og veikleikar hjá norska KÍ miðvallarleikaranum

Jákup Ósá

28 ára gamli Simen R. Sandmæl hevur nógvar góðar førleikar, meðan skaðasøgan er vansin, sigur norskur tíðindamaður.

KÍ boðaði í síðstu viku frá, at felagið hevði gjørt sáttmála við miðvallarleikara. Talan er um 28 ára gamla Simen R. Sandmæl, sum kemur frá Noregi. Hann kemur frá norska felagnum Levanger og hevur síðstu tíðina spælt í næstbestu norsku deildini. Áðrenn summarsteðgin í 2018 spældi hann við Ranheim í bestu norsku deildini eitt stutt skiftið, har tað bleiv til seks dystir og eitt mál. Sambært Transfermarkt hevur hann spælt 68 dystir tilsamans í næstbestu norsku deildini fyri Levanger og Ranheim, sum eru feløgini, sum hann hevur umboðað síðstu árini.

 

 

Góðar førleikar

Norðlýsið hevur vent sær til tíðindamannin Johannes Strand, sum arbeiðir hjá Innherred, sum m.a. hevur skrivað nógv um Levanger, har Simen spældi.

– Simen er ein rennisterkur miðvallarleikari, sum passar best sum álopskendur miðvallarleikari í eini 4-3-3 leikskipan. Hann er væl fyri tekniskt og hevur ein fínan avleveringsfót umframt gott spæliskil. Hann er dugnaligur til at koma við renningum í djúpdina og gevur málstig innímillum. Vansin er hinvegin, at hann hevur havt trupulleikar við nøkrum skaðum, sigur Johannes Strand.

Harleyfacadeacryl