Nógv fólk var møtt til fundar úrr allari oynni. Kjakast varð dúgliga, serliga um hvussu suðuroyingar virka og handla best í nýggju valskipanini.
Suðuroyar Tjóðveldisfelag hevði lýst til 2. og møguliga 3. uppstillingarfund til komandi løgtingsval í Jómsborg í Vági sunnukvøldið 2. desembur 2007.
Nógv fólk var møtt til fundar. Úr allari oynni. Kjakast varð dúgliga, serliga um hvussu suðuroyingar virka og handla best í nýggju valskipanini. Um týðningin av at suðuroy hevur eina sterka rødd har avgerðir um okkum verða tiknar. Og um týðingin av javnstøðu í politiska arbeiðinum.
Vit eru tí fegin um at bjóða okkum fram til komandi løgtingsval við hesari uppstillingi:
* Arni Nielsen, Lærari, Fámjin
* Hergeir Nielsen, Løgtingsmaður, Vágur
* Anna Brattaberg Samuelsen, Tannrøktari, Vágur
* Siri Stenberg, Sjúkrarøktarfrøðingur, Vágur
* Rúni Thomsen, Produktleiðari, Hvalba
Vágur 2. desembur 2007
Jón Guttesen, formaður
Suðuroyar Tjóðveldisfelag




