Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Suðuroyingar kenna seg ótryggar

John William Joensen

Eingin kann siga suðuroyingar ringar fyri, at teir í hesum døgum kenna seg ótryggar við støðuna innan føroyska heilsuverkið, skrivar www.sudurras.fo

Nógvir spurningar hanga í leysum lofti og skapa ótryggleika, nú Heilsumálaráðið í bløðunum lýsir eftir heilsuverksstjóra, sum hevur óhoyrdar og ræðandi heimildir.

Hans Pauli Strøm uggar suðuroyingar týsdagin og sigur, at :

-Vit skulu sanniliga heldur ikki lata okkum stýra av køldum roknimeistarum og rationaliseringsekspertum – tí so hevði alt virksemið bara verið miðsavnað í høvuðsstaðnum.

Suðuroyingar spyrja so hvat hendir, um heilsuverksstjórin er kaldur roknimeistari og rationaliseringsekspertur?

Verður hugt eftir starvslýsingini, so stendur undir partinum " Ábyrgdir og heimildur stjórans", at stjórin hevur : rætt og skyldu til at taka stig á øllum økjum í Heilsuverkinum.

Hetta eru heimildir, sum lætt kunnu fáa álvarsligar avleiðingar fyri m.a. Suðuroyar Sjúkrahús, um stjórin ikki hevur hjartað á røttum stað og ikki fer at taka hædd fyri fyri tí veruleika, at Suðuroyar Sjúkrahús, á tí støði tað er á í dag, er ein av orsøkunum til, at fólkatalið ikki er farið nógv longri niður, enn tað frammanundan er.

Hetta er møguliga dapurskygni av grovasta slag, men møguleikin fyri einari katastrofu fyri Suðuroynna og suðuroyingar er har!!

Stóri spurningurin, sum gevur orsøk til ótryggleika hjá suðuroyingum er, hví Heilsumálaráðið heldur tað vera neyðugt við enn einum stjóra í Heilsuverkinum? Í Sosialinum 3. november 2008 sigur Hans Pauli Strøm – um hann er rætt endurgivin? – at hóast vit hava eitt sera gott heilsuverk, eru eisini stórir trupulleikar, sum mugu loysast.

Tað vil so siga, at landsstýrismaðurin kennir til stóru trupulleikarnar í Heilsuverkinum! Og, hví loysir landsstýrismaðurin so ikki trupulleikarnar, tá hann, sum er, hevur heimildirnar til tess? Hví skal ein annar inn at gera arbeiðið, og fíggjarliga sperda Heilsuverkið skal gjalda dýrt fyri tað?

Nógvir spurningar eru í málinum um heilsuverksstjóran, og Suðuroyarportalurin fer eftir førimuni at fylgja við í málinum í royndini at verja Suðuroyar Sjúkrahús, sum hevur so ómetaligan stóran týdning fyri allar suðuroyingar.

Uttan eitt Suðuroyar Sjúkrahús á verandi støði kann roknast við, at ikki gongur rúm tíð, til tann seinasti íbúgvin í Suðuroynni sløkkir seinasta ljósið.

Gott hevði eisini verið, um teir fólkavaldu úr Suðuroynni lótu hoyra frá sær hesum viðvíkjandi, møguliga við einum upplýsingarfundi í Suðuroynni um støðuna hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, soleiðis at suðuroyingar, sum seinastu tíðina hava fingið mangan brestin, andlit til andlits við teir fólkavaldu úr Suðuroynni fáa at vita, at vit einki hava at óttast fyri.

Eisini kunnu vit á Suðuroyarportalinum lova teimum fólkavaldu rúmd á tíðindasíðuni, um teir kenna til trongd at fáa greitt suðuroyingum neyvari frá "bygnaðarbroytingunum " innan føroyska heilsuverkið.