Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Suðuroyingur ætlar at endurtaka jóansøkuna frá 2012

Jákup Ósá

Dánjal Martin Hofgaard, bátsformaður á 10-mannafarinum Suðuroyingi, hevur gott mót til róðurin á heimasjógvi leygardagin eftir róðurin á eystanstevnu, sum var tann besti higartil í ár hjá Suðuroyingi, tá Suðuroyingur var heilt nær við at vinna.

Tríggir FM róðrar hava verið og Ormurin Langi hevur vunnið allar tríggjar hjá 10-mannaførum. Men seinast var líka við, at Suðuroyingur vann, tó at tað hoyrir til søguna, at óvanligir trupulleikar vóru umborð á Orminum Langa fyrstu tøkini, tá hann misti eina knappa bátslongd. Suðuroyingur endaði nummar tvey og tað er fyrstu ferð í ár, at hann endar á 2. plássi, tí tær báðar fyrstu stevnurnar hevur hann endað á 3. plássi.

 

Hava avbjóðingar við venjingunum

Dánjal Martin Hofgaard er bátsformaður á Suðuroyingi og hann er nøgdur við árið higartil, tí teir hava ymiskar avbjóðingar við at ikki kunna venja so nógv saman, sum ynskiligt er.

– Okur eru hampiliga gott nøgdir við róðrarárið higartil. Umstøðurnar hjá okkum eru heldur ikki í ár heilt optimalar við tað, at fleiri av manningini búgva í Tórshavn og ikki sleppa suður at venja mitt i viku. Tí venja okur bara saman tvær venjingar um vikuna, men hóast tað, so hevur málið hjá okkum alla tíðina verið, at liggja og kappast um tey fremstu plássini, og tað hava okur gjørt teir fyrstu róðrarnir, sigur Dánjal Martin Hofgaard við Norðlýsið.

 

 

Suðuroyingar trívast á jóansøku

Bátsformaðurin sigur, at til róðurin á heimasjógvi leygardagin eru vónirnar góðar, tí Suðuroyingur hevur áður vunnið á heimasjógvi.
Á eystanstevnu í Runavík høvdu okur ein fínan róður. Tað var okkara besta róður higartil í ár, og tað gevur okkum sjálvandi blóð uppá tonnina til næsta róður, sum verdur á heimasjógvi. Tað er ongin loyna, at bátarnir úr Suðuroynni ofta eru stinnir, tá róð verður á jóansøku. Millum annað so vann Suðuroyingur á jóansøku í 2012. Okur ætla so heilt avgjørt eisini at verða heilt har frammi, tá síðstu tøkini skulu rógvast leygardagin, sigur Dánjal Martin Hofgaard at enda.

Harleywoodpaint