Í meira enn 15 ár hevur Útistova, partur av Mylnuhúsinum, verið súkklutúr á Kalsoynni, har súkkla hevur verið frá Syðradali til Húsar. Ein hóskandi teigur á 3 km til børnini í Útistovu, sum eru í aldrinum 5 – 6 ár.
Vivi Olsen, námsfrøðingur í Útistovu, sigur, at hesa siðvenju gleða tey seg til á hvørjum ári.
– Børnini føla veruliga at tey fáa eina spennandi avbjóðing, tí ikki bara skulu tey megna súkklutúrin, tey skulu súkkla við ryggsekki, ferðast við Sam og uppliva eitt nýtt umhvørvi.
– Øll hesi árini hava vit møtt vælvild frá bæði starvsfólkum umborð á Sam og ikki minst frá teimum, sum búgva á Húsum og Syðradali. Í gjár var veðrið av tí fagrasta, men onkuntíð hevur verið meira illfýsið, og tá hava fólk á Kalsoynni beinanvegin verið klár at hjálpa.
– Í gjár høvdu vit tikið pannukøkudeiggj við okkum, men tað hevði kanska ikki verið neyðugt, tí vit vóru beinanvegin møtt við stórum blíðskapi, tá Elin Syderbø, sum býr á Húsum, kom við nýbakaðum vaflum til okkara.
– Tað er so ótrúliga stuttligt at kunna gera slíkar túrar, tí vit síggja veruliga, hvussu børnini vaksa fleiri centimetrar, tá ið tey fáa aldurstilsvarandi avbjóðingar. At koma út í náttúruna, har vit kunnu skapa fjølbroyttar upplivingar hevur tí høga raðfesting í okkara námsfrøðiliga arbeiði í Útistovu, sigur Vivi Olsen.
16 børn ganga í løtuni í Útistova, og har starvast trý fólk. Vivi Olsen, Maria Poulsen og Jóhanna Østerø Jacobsen.











