Arbeiðið við útbyggingini á flogvøllinum gongur støðugt framá, og tað sæst tíðiligur munur á framdriftini frá viku til viku.
Arbeiðið við útbyggingini á flogvøllinum gongurstøðugt framá, og tað sæst tíðiligur munur á framdriftini frá viku til viku.
Standplássini til flogfør eins og jørð ogleiðingsarbeiðið við bygningarnar er um at vera liðugt.
Betongarbeiðið í bygningunum er komið væláleiðis, stálarbeiðið er byrjað, og fyrstu takkonstruktiónirnar eru settar uppí fyrstu garagubygninginum.
”Samstarvið ímillum Vága Floghavn, Articon ogteirra undirveitarar gongur sera væl. Arbeiðsgongdin er góð, og eftir ætlanverður farstøðin avhendað í mei 2014”; sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á VágaFloghavn.
Umframt Vága Floghavn, so kemur ein partur avumsitingini hjá Atlantic Airways, eisini at húsast í nýggja tænastubygninginum.Eisini kemur løgreglan at húsast í nýggja tænastubygninginum.
Í farstøðini verða matstøð og sera góðarumstøður til taxfreesølu. Harumframt so kemur Taks, ferðavinnuaktørar,bilútleigarar, kundaavgreiðsla hjá Atlantic Airways og onnur at húsast í nýggjufarstøðini.
”Vit vóna, at umbyggingin ikki kemur at órógvakundar okkara í summar. Vit hava gjørt nakrar broytingar í samband viðparkering á økinum, so fólk skulu halda eyga við fyribils leiðbeiningini áparkeringsøkinum”; leggur Jákup Sverri Kass afturat.




