Í 1999 var Jan M. Andreasen partur av KÍ-liðnum, sum gjørdist steypavinnari og føroyameistari, og har liðið eftir 18 umfør hevði 41 stig, vunnið 13 dystir, spælt 2 javnt, tapt 3 og hevði skorað 38 mál. Í ár er sonurin Jákup B. Andreasen partur av KÍ-liðnum, sum nú, eftir 18 umfør, somuleiðis hevur 41 stig, vunnið 13 dystir, spælt 2 javnt, tapt 3 og hevur so sanniliga eisini skorað 38 mál!!
Í 1999 var Jan M. Andreasen partur av KÍ-liðnum, sum gjørdist steypavinnari og føroyameistari, og har liðið eftir 18 umfør hevði 41 stig, vunnið 13 dystir, spælt 2 javnt, tapt 3 og hevði skorað 38 mál. Í ár er sonurin Jákup B. Andreasen partur av KÍ-liðnum, sum nú, eftir 18 umfør, somuleiðis hevur 41 stig, vunnið 13 dystir, spælt 2 javnt, tapt 3 og hevur so sanniliga eisini skorað 38 mál!!
Tá ið KÍ sunnudagin vann 3-0 á B68 á Svangaskarði, gjørdi Jákup Biskopstø Andreasen, sonur Jóruna og Jan M. Andreasen, tað fyrsta og týdningarmikla málið í dystinum.
Ein av Klaksvíkar talsterku og fótbóltskønu synum hevur sent okkum upplýsingarnar til hesa grein.
Jákup er føddur 31. mai 1998, so hann var 1 ára gamal, tá ið pápi hansara í 1999 spældi við KÍ og vann seinasta meistaraheitið, sum KÍ hevur vunnið higartil – altso fyri 17 árum síðan.
Nú 18 umfør eru leikt, sær stigatalvan í effo-deildini soleiðis út:
|
1
|
18
|
13
|
2
|
3
|
38
|
15
|
+23
|
41
|
||
|
2
|
18
|
11
|
4
|
3
|
37
|
20
|
+17
|
37
|
||
|
3
|
18
|
12
|
0
|
6
|
40
|
28
|
+12
|
36
|
||
|
4
|
|
18
|
9
|
4
|
5
|
28
|
18
|
+10
|
31
|
|
|
5
|
|
18
|
8
|
5
|
5
|
26
|
18
|
+8
|
29
|
|
|
6
|
18
|
7
|
4
|
7
|
30
|
34
|
-4
|
25
|
||
|
7
|
18
|
4
|
5
|
9
|
14
|
23
|
-9
|
17
|
||
|
8
|
18
|
4
|
5
|
9
|
17
|
27
|
-10
|
17
|
||
|
9
|
18
|
1
|
6
|
11
|
17
|
32
|
-15
|
9
|
||
|
10
|
18
|
0
|
7
|
11
|
16
|
48
|
-32
|
7
|
Afturi í 1999, eftir 18. og seinasta umfar, sá stigatalvan í 1. deild soleiðis út:
|
1
|
18
|
13
|
2
|
3
|
38
|
19
|
+19
|
41
|
||
|
2
|
18
|
12
|
3
|
3
|
46
|
24
|
+22
|
39
|
||
|
3
|
18
|
12
|
2
|
4
|
52
|
22
|
+30
|
38
|
||
|
4
|
18
|
11
|
4
|
3
|
41
|
16
|
+25
|
37
|
||
|
5
|
18
|
6
|
5
|
7
|
25
|
26
|
-1
|
23
|
||
|
6
|
18
|
6
|
3
|
9
|
19
|
27
|
-8
|
21
|
||
|
7
|
18
|
5
|
3
|
10
|
22
|
41
|
-19
|
18
|
||
|
8
|
18
|
3
|
5
|
10
|
26
|
45
|
-19
|
14
|
||
|
9
|
|
18
|
2
|
5
|
11
|
22
|
43
|
-21
|
11
|
|
|
10
|
|
18
|
2
|
4
|
12
|
20
|
48
|
-28
|
10
|
Út frá hesum hagtølum kunnu vit millum annað staðfesta tvey ting:
1) Liðini aftan fyri oddaliðið KÍ vóru lutfalsliga sterkari í 1999, enn tey eru í ár, tí eftir 18 umfør vóru tey bert 2, 3 og 4 stig aftan fyri oddaliðið (og føroyameistaran), meðan tey í ár eru ávíkavist 4, 5 og 10 stig aftan fyri oddaliðið.
2) Tað er bergtakandi at staðfesta, at einasti munur á úrslitunum hjá KÍ eftir 18 umfør í 1999 og so nú í 2016 er, at KÍ í 1999 tá hevði latið 19 mál inn, meðan KÍ í ár (2016) hevur latið 15 mál inn.
Øll onnur tøl eru neyvt tey somu: 18 dystir, 13 vunnir, 2 javnleikir, 3 ósigrar og 38 skotin mál, sum sum gevur 41 stig í báðum hesum kappingarárum.
Hetta má metast at vera nakað heilt serstakt – ja, næstan løgið!
Eitt øki, har KÍ-liðið var betri í 1999, er á disciplinera økinum, har liðið tað árið fekk einans 18 gul og 1 reytt kort. Higartil í 2016 (tvs. eftir líka so nógvar dystir) hevur KÍ-liðið samanlagt fingið 30 gul og 1 reytt kort. Sami munur ger seg galdandi í steypakappingini, har KÍ í 1999 (íroknað í finaluni) samanlagt fekk einans 10 gul og einki reytt kort. Hetta kappingarárið hevur KÍ higartil í steypakappingini (tvs. sjálv finalan manglar) fingið 9 gul og 2 reyð kort.
Og sum nakað heilt serligt, tá ið vit samanbera KÍ í 1999 við KÍ í 2016, er, at Jan M. Andreasen leikti við og var ein av týðandi leikarunum hjá KÍ í 1999, meðan tað í ár er sonur hansara, Jákup Biskopstø Andreasen, ið somuleiðis er ein týðandi leikari hjá KÍ í 2016.
Sum faðir, so sonur 🙂
KOYR Á KÍ




