Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Sum smádrongur raks eg á plenuni í tíð og ótíð

Oliver Joensen

Tað sigur Karl Gudmund Henriksen, sum ídag er 73 ára gamalur og sum millum annað var við KÍ í Knabstrup á Sælandi við KÍ fyri 50 árum síðani.

Fótbólturin hevur fylt nógv í mínum lívi. Eg minnist sum smádrongur, at vit í Gerðum høvdu tveir teigar, sum vit spældu bólt á. Annar var har sum Palli Mikkelsen bygdi á nakað norðanfyri Heygabúðina omanfyri vegin og har á leið, sum Jákup Ziskason nú býr.

Góð barnaár

At vera smádrongur í Gerðum, var gott tá, seinast í 40-unum og fyrst í 50-unum.

Men tað vóru ikki nógvir pengar til, so vit máttu brúka tað vit áttu at spæla fótbólt í. Eg minnist, at vit brúktu sera nógv gummiskógvar. Men teir sótu nakað leysir á fótinum, so vit funnu upp á, at brúka ein twinestubba, bundu undir ilina og á ristina, har vit knýttu ein knút, og so aftur um hælin, nakað sum tá tú knýtir tveingir til rotuskógvar.

Tað riggaði fyri tað mesta. Bólturin var eisini ein søga fyri seg. Í fyrstani vóru tað bara gummibóltar, teir vóru ógvuliga livandi. Seinni fingu vit plastbóltar. Teir vóru eitt sindur betur at fáast við. Onkuntíð hevði onkur drongur fingið fatur á einum kasseraðum “hítibólti” frá KÍ, tó, teir vóru eitt sindur tungir hjá okkum at fáast við.

Á penuni

Umframt vøllirnar, sum eg nevndi omanfyri, so var stutt oman á fótbóltsvøllin, har var lag á manni at fara og har vóru vit tíðum. Serliga vóru vit á plenuni tá vit spældu bólt ímóti Ziskatrøð dreingjum, Vágsheyggjadreingjum ella Vágsdreingjum.

Fótbóltshugurin hjá mær helt sær upp ígjøgnum árini og í 1962 fari eg upp í KÍ, sum 17 ára gamalur. Byrjaði at spæla á dreingjaliðnum, tað var yngsta liðið hjá KÍ tá og í 1964 byrji eg so at leika í 2. liðið í vaksnamannadeildini og longu í 1965 eri eg á 1. deildarliðnum .

Fingu shorts og blusu

Tá var ikki so nógv hóvastak gjørt burtur úr klæðum. Sjálvandi tað hava ikki verið so nógvir pengar í fótbóltinum tá sum nú, so vit fingu eina blusu og shorts, og harafturat knubbaskógvar. Blusu og shorts skuldu vit sjálvir taka við til hús, vaska og so hava tað við aftur til næsta dyst.

Fyri júst 50 árum síðani, ella í 1969, fingu vit ein túr til Danmarkar við KÍ. Helst kom hetta av gjøgnumbrotinum hjá KÍ hetta árið. Í seinasta dystinum ímóti B36 í Havn hetta árið, settu vit tvey met við at vinna á B36. Hetta var fyrsta ferð at eitt meistaradeildarlið hevði vunnið meistaraheitið fýra ár á rað og fyrstu ferð at eitt meistaradeildarlið hevði vunnið kappingina við fullum stigatali.

Í Danmark

Túrurin hjá okkum til Danmarkar bleiv eitt sindur annarleiðis enn vit høvdu roknað við. Gestablídni var óført vit búðu privat hjá limum í fótbóltsfelagnum í Knabstrup. og vit spældu nakrar dystir. Men tað hendi at Tjaldrið fekk motorskaða tá vit skuldu upp aftur til Føroyar. Tí blivu vit átta dagar afturat í Danmark. Hetta var óvæntað, tí fóru pengarnir hjá okkum luttakarum at ganga undan. Men til alla lukku var Páll Sigmund Sørensen við okkum. Hann arbeiddi í Norðoya Sparikassa tá. Tað eydnaðist honum at fáa eina flyting úr Sparikassanum, sum Páll Sigmund tók upp á seg sjávan. So býtti hann út til okkum, sum ongar pengar høvdu eftir og avtalan var so, at vit skuldu gjalda aftur til Páll Sigmund tá vit komu heim aftur úr Knabstrup í Sælandi.

Heim við flúgvara

Tað dróg út við at fáa Tjaldri sigliklárt aftur og tá var so nógv trýst á at flyta ferðafólk heim, at vit, sum høvdu ferðast á triðja plássi sluppu ikki við og tí bleiv avgjørt at vit skuldu heim aftur í flúgvara, tað var so gjørt.

Høgri bakkur

Eg var alla tíðina á backplássinum, fyri tað mesta høgri bakkur. Í verjuni var Ólavur Thomsen í miðjuni, plássið hjá honum bleiv kalla centerhalf, saman við honum innari vinstru og innari høgru og fremst uttari vinstru, innari vinstru, center innari høgru og uttari høgru (wings).

Klaksvíkar Byggivirki

Jú, eg havi havt eina sera góða tíð í KÍ. Eisini var arbeiðisplássi, Klaksvíkar Byggivirkið sera tolið, tá eg skuldi til venjingar. Eg hoyrdi ongantíð nakað frá Páll ella Sjúrða Josephsen, um eg segði at eg kundi ikki arbeiða yvir í kvøld, tí eg skuldi til venjingar. Teir høvdu báðir verið í leikum fyrr, so tað var altíð í bestu semju.

Niðan á Kjøl

Venjingin fyrr var ikki sum nú. Vit runnu nógv, út á Oyrar og aðrastaðni. Eg minnist at vit tað einu ferðina runnu út í Grøv, til húsið sum stendur millum áirnar, so niðan eftir Tunguni, niðan í Gravardal, hagani niðan á Kjøl og norður í Ánir til tunnilsmunnan og so heim aftur.

Fyrsta deild og onnur deild vandu  saman, so tá rennitúrarnir vóru av, spældu vit oftað  ímóti hvør øðrum. Samanumtikið haldi eg at menn møttu væl til venjingar. Vit høvdu eitt gott lið, sum vann næstan alt og vit vóru meistarar á hvørjum ári, so tað var bæði stuttligt og ein æra at vera limur í 66 liðnum.

Kálkaðu vøllin

Vøllurin, sum vit spældu á var bara góður eftir tátíðar standard. Vit spælarar skuldu gera vøllin kláran til dyst. Vit skuldu eitt nú kálka strikurnar av nýggjum. Tað bleiv gjørt við at twine bleiv spent har strikast skuldi. Síðani høvdu vit ein sekk av kálki við okkum, tóku upp í lógvan av kálki og sleptu niður eftir bandinum. Tað tók sína tíð. Við hvørt bleiv hesin eyr vøllurin rakaður fyri ringasta grótið. Harafturat skuldu band spennast um vøllin, soleiðis at áskoðararnir ikki komu ov nær okkum sum spældu.

Í Hetlandi

Til seinast kann eg siga, at eg eri sloppin sera væl undan skaðum. Tó, tá eg var við landsliðnum í Hetlandi, tá breyt eg vinstra arm í dystinum ímóti Hetlendingum. Eg bleiv innlagdur í Hetlandi og bleiv burturdoyvdur meðan teir fingu armin upp á pláss og gipsaðan. Tá eg vakni aftur, síggi eg at ein annar leikari liggur við síðuna av mær. Tað var Heri Nolsøe. Hann hevði fingið skaða í økslina. Eg og Heri blivu lagdir inn á Sjómansheimið. Annar við brotnum vinstra armi og hin við skaða í økslini. Vit máttu tí hjálpa hvør øðrum í klæðini. Serliga minnist eg at vit máttu knýta lissurnar við hjálp hvør frá øðrum. Vinarlagið okkaramillum hevur hildið til dagin í dag. Vit tosa títt og ofta í telefon saman enn, segði Karl Gudmund Henriksen at enda í samrøðuni okkara millum.