Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sum væntað: Bill og Hans í AB 2014

Jákup Ósá

Klaksvíkingurin Bill M. Jacobsen skal venja AB, sum fær Hans Jørgensen at avloysa Símun Rógva Hansen.

AB heimasíðan skrivar soleiðis um setanina av venjaranum:

Á 40 ára føðingardagsveitsluni hjá AB í kvøld, leygarkvøldið 26. oktober, kunngjørdi formaðurin í FC Argjum, Sjúrður Olsen, at venjarin hjá AB í EFFO deildini komandi ár verður Bill Mc. Leod Jacobsen.

Bill Mc. Leod var í 6 ár venjari hjá B68, frá 2006-2011. Síðani fekk hann sær frí frá venjarayrkinum og fekk starv sum leiðslufulltrúi á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, har hann starvast enn.

Bill hevur vant allar deildir og hevur roynt eitt sindur av hvørjum. “Eg veit, hvussu tað fungerar, og hvussu tað ikki fungerar. Tað er ein góður eginleiki hjá einum venjara at fáa sum mest burturúr ungu leikarunum. Eisini er vinnaraviljin nakað, sum hevur eyðkent liðini, ið eg havi vant”, sigur Bill Mcleod.

Hóast hann seinastu 2 árini ikki hevur verið venjari í bestu deildini, hevur hann verið fastur fúsur sum venjari í landsliðshøpi. Í 16 ár hevur hann fingist við landsliðsvenjing, herav 7 ár sum venjari hjá U21 landsliðnum.

Síðani mai mánaða í ár hevur hann bjóðað persónliga venjing ella talentvenjing, undir heitinum Mc. Leod Coaching.

Bill sigur við heimasíðuna hjá AB, at nú var hugurin og motivatiónin at fara í gongd aftur sum venjari í bestu deildini. Tá AB vendi sær til hansara, tók hann av. “Eg haldi meg hava nakað at geva AB. Tað, sum mær dámar væl við felagnum er, at AB satsar uppá egið tilfeingi. Her eru nógvir góðir spælarar á Argjum, og tá vit krydra liðið við nøkrum profilum útifrá, so er tað sera spennandi”.

“Eitt annað er, at fyri meg hevur tað eisini nakað at siga, at felagið er í Havn, har eg sjálvur búgvi”, sigur Bill.

“AB er eitt spennandi felag. Eg kenni eitt sindur til AB, tí eg var klubbvenjari í ungdómsdeildunum hjá felagnum í fjør. EFFO hópurin sær sera spennandi út. Nú fara so nakrir leikarar, og aðrir koma, men tað skal nokk blíva eitt gott lið burturúr”.

Bill ætlar at byrja venjingina 16. desember. Eru leikarar, sum hava áhuga í at spæla við AB, so eru teir vælkomnir at venda sær til Bill ella til felagið.

Uppá klassiska spurningin, hvussu vónirnar eru fyri komandi kappingarári, er svarið: “Eg vóni, at vit fáa ein góðan start í komandi kappingarárinum, og so taka vit tað har frá”, sigur ein vónríkur og sáttligur Bill Mc. Leod við heimasíðuna hjá AB.

Vit vilja ynskja Bill vælkomnan og gleða okkum til nógvar góðar dystir í EFFo deildini komandi ár.

++++

Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, sigur, at tá tað gjørdist greitt, at Sámal Erik hentze ikki helt fram í AB, var fyrsta hugsanin, at fáa Bill Mcleod sum venjara. “Eg haldi tað vera umráðandi, at felagið fær ein royndan og góðan venjara, sum eisini passar væl til felagið”, sigur Sjúrður Olsen.

“Bill er ein sympatiskur og grundigur venjari, sum passar perfekt til okkara uppbyggingarfasu. Konseptið hjá okkum er at byggja felagið upp við egnum leikarum, saman við nøkrum royndum leikarum úti frá. Eg ivist onga løtu í, at vit hava fingið rætta venjaran. Vit ynskja Bill hjartaliga vælkomnum og ynskja honum alla góða eydnu í komandi kappingarári. Okkara partur skal so ikki liggja eftir”, sigur Sjúrður Olsen við heimasíðuna hjá AB, tá sáttmálin við Bill Mc. Leod varð undirskrivaður.


Um Hans skrivar AB heimasíðan soleiðis:

23 ára gamli Hans Jørgensen hevur skrivað sáttmála við FC Argjum og verður harvið málmaður hjá AB í 2014.Hetta varð kunngjørt á 40 ára veitsluni hjá AB í kvøld, leygarkvøldið.

Hans er argjamaður og spældi sum smádrongur við AB. Umgdómsárini var hann á Skála, og sum 17 ára gamal fór hann til Danmarkar at spæla við FC Amager hjá Toda Jónsson, har hann var í 2 ár. Síðani spældi hann 1 ár við HB Køge, áðrenn hann vendi nøsina heimaftur á klettarnar í 2010, her hann hesi seinastu árini hevur spælt við ávikavist 07/Vestur, B68 og HB. Øll árini sum málmaður.

Í landsliðshøpi er Hans Jørgensen eisini væl kendur. Hann hevur umboðað øll ungdómslandsliðini og hevur eisini verið á A-landsliðnum. AB hevur tí fingið ein royndan og kønan málmann í meskarnar, og tað skuldi bara borgað fyri góðsku.

Nú er hans Jørgensen so aftur í barndómsfelagi sínum, og tað heldur hann vera øgiliga interessant. “AB hevur eitt spennandi projekt og er eitt sera spennandi lið. Eg síggi fram til at verja málið her og eg vænti, at vit fara at klára okkum væl komandi ár”, segði Hans Jørgensen, tá sáttmálin var undirskrivaður fyrr í hesi vikuni.

++++

“Vit eru sera fegnir um at hava fingið Hans Jørgensen í málið”. Hetta sigur Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum. “Hans er eisini argjamaður, og hann er ein sera evnaríkur málmaður. Saman við hinum málmanninum hjá AB, Heðin Stenberg, eru vit sera væl garderaðir á málmanspostinum. Tað er ógvuliga neyðugt við kapping á øllum plássum á liðnum, og her hava vit tveir fantastiskar málmenn at taka av”.

Harleywoodpaint