Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sumbingar taptu stórt í Klaksvík

Oliver Joensen

Sumbingar, sum hava ligið sum nr. 2 í aðru deild aftaná ÍF, máttu lúta fyri einum vælleikandi 2. deildarliði hjá KÍ ídag. KÍ vann við fýra málum móti einum.

Tað var eitt nakað styrkt 2. deildarlið, sum KÍ møtti upp við ídag á Djúpumýru og sigast má, at tað var KÌ, sum setti seg á dystin frá byrjan.
Erling Fles var dagsins maður, har hann ferð eftir ferð tók sakina í egnar hendur og royndi móti málinum. Hann skoraði ikki færri enn trý mál í dystinum ímeðan Niclas skoraði 1 beinleiðis uppá fríspark úr 40-50 metra fjarstøðu.
Upp undir endan av dystinum bleiv spælið nakað hart og hetta endaði við einum roki, har Erling Fles varð settur av vøllinum við reyða kortinum. Dómarin hevði til tíðir stórar trupulleikar við at hava tamarhald á dystinum.

Harleyfacadeacryl