Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summar Festivalurin strýkur avstað

John William Joensen

Fleiri enn 3.000 vikuskiftispass eru seld til Summar Festivalin í Klaksvík í august. Nú boða fyrireikararnir frá, at bara 1.800 atgongumerki afturat verða seld í forsølu

Forsølan av atgongumerkjum til Summar Festivalin í ár hevur gingið óvanliga væl, og fyrireikararnir hava nú sett eitt mark fyri forsøluna.
Sølan av vikuskiftispassum er farin upp um 3.000, og nú verða bara 1.800 vikuskiftispass afturat seld í forsølu.
– Tað er komið óvart á okkum, at forsølan skuldi gerast so stór. Hetta er ivaleyst tann størsta forsølan til eitt tónleikatiltak í Føroyum nakrantíð, og nú mugu vit boða fólki frá, at tað verður avmarkað atgongd til festivalin, sigur Steintór Rasmussen, ein av fyriskiparunum, sum í hesum sambandi vísir á, at Summarfestivalurin eisini má taka fyrilit til trygdina á økinum, ferðamøguleikar og ikki minst  at pláss skal verða fyri øllum festivalgestum, børnum og vaksnum.
– Tað er umráðandi fyri okkum, at vit tryggja øllum gestunum eitt gott upplivilsi, og tí mugu vit útfrá verandi karmum seta eitt mark fyri, hvussu nógv fólk sleppa á festivalin, sigur hann.
Fyrireikararnir av Summar Festivalinum siga, at sølan av atongumerkjum hevur verið stór um alt landið. Ein lítil helvt er seld í Klaksvík, men annars eru nógv atgongumerki seld alla staðni kring landið.

Forsølan steðgar
Summar Festivalurin hevur gjørt av, at tað verða bara seld 5000 atgongumerki til hvønn festivaldagin, og nú umleið 3.200 vikuskiftispass eru seld, eru bara 1.800 atgongumerki eftir til hvønn dagin.
– Vit vilja gjarna boða fólki frá í góðari tíð, at tað er eitt mark fyri, hvussu nógv atgongumerki verða seld í forsølu til festivalin, so at tey, sum veruliga ætla festivalin, men ikki hava keypt sær atgongumerki enn, hava møguleikan at ogna sær atgongumerki, sigur Steintór Rasmussen.
1. juni vóru atgongumerki til hvønn festivaldagin sær sett til sølu, men annars ber framvegis til at keypa vikuskiftispass, sum er galdandi báðar dagarnar. Samanlagt verða tað bara seld 5.000 atgongumerki til hvønn festivaldagin.
– Tað er gleðiligt, at so stórur áhugi hevur verið fyri festivalinum í ár, og sum ferðin á atgongumerkjasøluni hevur verið seinastu vikurnar, er stórur møguleiki fyri, at útselt verður til festivalin longu í hesum mánaðinum, siga Steintór Rasmussen.