Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summar Festivalurin stuðlar mentanarhúsi

SF

Avlopið av Summar Festivalinum 2015 er latið nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík

Grunnurin SF Music, sum skipar fyri Summar Festivalinum í Klaksvík, hevði 290.000 krónur í avlopi í fjør.

Tað, sum eftir var av avlopinum, tá ið skattur var goldin, er latið verkætlanini at byggja nýtt mentanarhús í Klaksvík.

Posthúsið í Klaksvík og økið rundan um skal gerast til stásiligt Mentanarhús. Økið liggur beint við Vágsbø, har stóru konsertirnar á Summar Festivalinum verða hildnar. Fyri kortum fall avgerðin í arkitektakappingini at tekna nýggja mentanarhúsið, og vinnari gjørdist Ósbjørn Jacobsen Arkitektar. Nýggja mentanarhúsið skal standa liðugt í 2019/20.

– Vit eru fegin um, at vit við størsta mentanartiltakinum í býnum kunnu stuðla upp undir ætlanina at gera nýggja mentanarhúsið í býnum, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

Avgjørt er, at eisini møguligt avlop av Summar Festivalinum í ár, verður latið nýggja mentanarhúsinum og Atlantis.