Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Summar í Klaksvíksgarðinum”

Tíðindaskriv

Handlarnir kring Klaksvíksgarðin hava opið við góðum tilboðum tá “Summar í Klaksvíksgarðinum” fer av bakkastokki 26.juli kl 13-15.


Skráin

Kl 1300 “Summar í Klaksvíksgarðinum” verður sett.

Óluva Klettskar, forkvinna í Havna- og vinnunevndini, setur tiltakið. Klaksvíkar kommuna bjóðar kaffi og ábit.

Kl. 13.00: Tónleikur

Limir í nýstovnaða tónleikarafelagnum spæla. Pallurin verður norðanfyri Norðoya Fornminnasavn.

Kl 1300 Framsýning í Norðoya Fornminnasavn

Gamla apotekið er opið og framsýning á loftinum.

Kl 1330 Heilsurenning hjá Treysti endar í Klaksvíksgarðinum.

INN borðreiðir uttandura við heilsugóðum mati.

Kl 1330 Edward Fuglø í Spaniastovu

Framsýning við upprunamyndum til barnabøkurnar hjá Edward Fuglø.

Kl 1445 Tónleikur

Limir í nýstovnaða tónleikarafelagnum spæla.

Kl 1500 “Summar í Klaksvíksgarðinum” endar.



“SUMMAR Í KLAKSVÍKSGARÐINUM”

Kring Klaksvíksgarðin hevur altíð verið eitt ríkt handilslív, vinnulív og mentanarlív. Her hava fólk savnast til gaman og álvara. Her lá víkin, sum sipað verður til í býarnavninum Klaksvík.

Í dag er eitt fjølment handils- og mentanarlív í býlinginum, sum leygardagin 26.juli bjóðar øllum vælkomnum!

Contrive – gevur tær innlit í framkomna tekniska útgerð til skip og bátar, og dagførda útgerð, sum trygdarhjálm og trygdarsamskifti.

Berglon – Hevur nýtt til svøvlalínu – vit brúka plastopp ístaðin fyri stálstopp á svøvlalínu. Vit hava góða útgerð til frítíðar- og vinnufiskarar.

Vit geva tær møguleika at royna nýggja M-Station og leik við vatnballónum.

Norðoya Litbúð – setur lit á heimið bæði innan og uttan.

INN – stuðlar heilsurenningina hjá Treysti og borðreiðir við heilsugóðum mati til vitjandi. Í INN eru fleiri góð tilboð.

Motus Sport – hevur opið við góðum tilboðum.

Leikalund – bjóðar inn til dagsins fiskasúpan í gomlu handilshølunum hjá kongaliga einahandlinum.

Norðoya Fornminnasavn – bjóðar tær umvísing á gamla apotekinum og framsýning undir væðingini av gomlum gerandislutum.

Spaniastova – framsýning við upprunamyndum til barnabøkurnar hjá Edvard Fuglø.

McGrill – McGrill hevur opið.

Fyrireikararnir takka Klaksvíkar kommuna fyri stuðulin.