Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summar og sól á Viðareiði og í Múla

Oliver Joensen

Bæði í gjár og ídag hevur verið rættuligt sólskin á Viðareiði og í Múla. Vit vóru við myndatólinum í bygdunum báðum ídag.

Tað hevur verið ótrúliga gott veður her, hesar báðar dagarnar, segði viðingur okkum, sum vit hittu norðuri á Viðareiði ímorgun.
Víðari segði hann: Í gjár, sunnudagin var av allarbesta heystveðri, sólin skein allan dagin og um kvøldið var sera vakurt við frammúr flottum mánalýsi.
Hóast einasti bóndin á Viðareiði, ið hevur mjólkineyt hevur stórar trupulleikar við mjølkini, so sýntist alt annað at ganga sína vanligu gongd á Viðareiði, og vit kundu ikki lata vera við at lata myndatólið avmyndað vakra veðrið har norðuri ímorgun.
Vit fóru eisini ein túr til Múla, og hóast ongin býr fast í Múla, so verður hagin og stórur partur av innmarkini røkt og treyðugt so, tað vóru tveir bilar í túninum.
Vit lata myndirnar talað fyri seg.