Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summaravtala gjørd í kava

John William Joensen

Í illfýsna kavaveðrinum er gjørd avtala millum Tórshavnar býráð og Futt um summarkonsert upp undir ólavsøku í miðbýnum Havn leygardagin 25. juli 2009.

Futt er felag hjá tónleikarum og tónleikaháhugaðum í øllum landinum. Formaður er Jóhannes á Rógvu Joensen.

– Í staðin fyri kommunuskúlagarðin royndu vit í ár at hava konsertir kring Tórsgøtu í miðbýnum. Hetta eydnaðist so mikið væl at vit eru samd um at royna hetta aftur næsta ár, sigur Jóhannus á Rógvu Joensen, formaður í Futt.

Pallarnir verða teir somu – á parkeringsplássinum millum Hotel Tórshavn og Posthúsið og inn í Tjóðpalli Føroya. Helst verða aðrir pallar við eisini, eitt nú Reinsaríið í Tórsgøtu.

– Næsta ár kunnu vit hátíðarhalda hundrað ár sum fólkavald kommuna, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri og leggur afturat at tónleikatiltakið hjá Futt passar væl til grundsjónarmiðið fyri fólkaræðisliga hátíðarhaldinum. – Vit ætla at samantvinna tónleikin í Tórsgøtu við bátastevnuna, sum verður í Vágsbotni, um sama mundi, næsta ár. Á henda hátt skapa vit eitt mentunarligt summartilboð til allar borgarar, sum vitja Havnina á ólavsøku, sigur borgarstjórin.

– Hetta tiltakið er væl í tráð við mentanarálitið frá 2000, sum skjýtur upp at Tórsgøta verður mentunargøta í miðbýnum í Havn, sigur Jákup Simonsen, leiðari á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu. Hann vísir samstundis á at tað er júst í hesum sama mentanaráliti, at Tórshavnar kommuna lýsir, hvat eitt spælistað er.