Hóast ivaveður og av og á ódnarveður – hava fyrireikararnir longu fyrsta dagin givið okkum eina lívs-uppliving
Tað skal sigast at veðrið aftur í ár hevur hótt við at leggja summarfestivaln oydnan – men aftur í ár hava fyrreikararnir megna at givið fólkið tvífalt tað sum tey hava goldið fyri.
Fríggjadagurin byrjaði kanska ikki so gott við tað at vánaliga veðrið noyddi Trøll ommuna innandura í tjaldið har pláss simpulthen ikki var fyri øllum børnununum.
Silvalandið var eisini hart rakt av veðrinum fríggjadagin tí bara ein partur av undirhaldinum kundu brúkast í nógva regninum.
Men fólk høvdu latið seg í og so hvørt sum tiltøkini fóru av bakkastokkið gjørdist lagið betur.
Tá Scorpions so fóru á pallin kl. 22 var stórta mannafjøldin nakrantíð – savna á Vágsbø.
Upplivingin var so total at trupult er at ímyndað sær at dagurin gerst betur í dag – men Steintór, Jonhard, Eyðun, Erik & Co. Hava prógvað seg at vera bestu fyriskiparar í landinum og tí er eitt at gera og tað er at møta upp tá Summarfestivalurin letur portrini upp um eina løtu.
Tað vóru gott og væl 10.000 fólk á Vágsbø fríggjakvøldið og man ikki Kim Wild megnað at trekkja tað sama.
jwj




