Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarfestivalurin er vælkoyrandi.

John William Joensen

Samstarvsavtala er gjørd millum Summarfestivalin og P/F Ivan Johansen Bilar

Samstarvi millum P/F Ivan Johansen Bilar og Summarfestivalin, hevur m.a við sær at fyrireikararnir koyra í einum Chrysler PT Crusier, sum er bæði sjónligur og eitt snið til tann, sum vil eitt sindur meira enn “bert” ein “vanligan bil”.

Samstarvið millum Summarfestivalin og P/F Ivan Johansen Bilar er ein góð avtala fyri báðar partar, tí greitt er at mongu gestirnir skulu flytast aftur og fram og tað er ikki uttan treytir og trygd – og sølustjórin hjá P/F Ivan Johansen Bilum er eisini sera nøgdur við samstarvið; “vit hava eitt breitt úrval av bilum sum vit kunnu bjóða fram sum bæði nøkta kravið til góðsku, koyrieginleikar og við praktiskum møguleikum.

Chrysler PT Crusier er so bilurin sum verður nýttur í fyrireikingartíðarskeiðnum, og síðan verður flutningstørvurin nøktaður so hvørt sum festivalurin nærkast og ikki at gloyma meðan festivalurin er, sigur Pauli Waag sølustjórin hjá Ivan Johansen Bilum.

Partarnir eru samdir um at samstarvið til Summarfestivalin í ár, skal verða støði undir framhaldandi samstarvið, og arbeiði heldur fram eftir at festivalurin í ár er farin aftur um bak.