Virkishúsið fyri Ung hevur nú latið uppaftur eftir summarsteðgin.
Húsið, sum hevur verið væl vitjað av unga fólkinum, og sum í summar stóð fyri tiltakinum "Ung í Arbeið", lat mánadagin tann 18. august uppaftur sum vanligt, skrivar www.klaksvik.fo.
Sambært heimasíðuni hjá Húsinum, www.husid.fo, eru upplatingartíðir v.m. hesar:
Børn 3. – 7. flokk: mánadag til fríggjadag frá kl. 13.00 – 17.00
Ung 7. flokk til og við 18 ár:
Mánakvøld: 19.30 – 22.30
Týskvøld: stongt
Mikukvøld: 19.30 – 22.30
Hóskvøld: 19.30 – 23.00
Fríggjakvøld: 19.30 – 24.00
Leygarkvøld: 19.00 – 01.00
Foreldur og onnur eru eisini altíð vælkomin á gátt – vit eiga altíð kaffi á kannuni, og taka okkum tíð til eitt hugnaligt prát, skriva tey á www.husid.fo.




