icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarhugni úti á Oyri

Oliver Joensen

 Á Norðoyri hava tey á hvørjum ári skipa fyri einum Summarhugnadegi. Í ár var einki undantak í so máta. Jan Askham, formaður í bygdafelagnum Heimrustin sigur, at undirtøkan ongantíð hevur verið betur enn í ár. Flestu fólkini á Oyri mundu luttaka.

Skráin byrjaði tíðliga  á morgni leygardagin við morgunmati og so helt tiltakið áfram allan dagin og endaði við felagssangi um kvøldið.

Veðrið var so framúr gott, at fólk vóru úti allan dagin, og børnini hildu á til langt eftir at tað var vorði myrkt.

Vit hava skipa tað soleiðis á hvørjum ári, at húskini koma við mati og tí, sum krevst, ímeðan felagið sjálvt tekur sær av summum tingum. Í ár høvdu vit eina stóra hoppiborg, ein hyl har til bar hjá børnunum at vassa og at rógva við tundurflakum, sparkivøllurin bleiv eisini brúktur, eins og eitt tjald var sett upp, har kaffi og matur var serverað allan dagin.

Um morguni var skipað fyri gongutúri ígjøgnum bygdina, har frásøgumaður var við og ígjøgnum dagin var eisini skipað fyri ymiskum kappingum fyri børnini. Alt í alt var Summarhugnin á Oyri sera væl eydnaður í ár. Vit skipa ikki fyri so nógvum tiltøkum, sigur Jan Askham, afturat hesum degnum, plaga vit at vera aktiv tá jólatræið verður tendrað og eisini hava vit eina hugnaløtu á nýggjárinum.