icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarkonsert í dag!

Danial Viðoy

Gøtu kirkju ungdómskór hevur 2 summarkonsertir í dag, sunndagin 26. juni.

Tíðindaskriv frá Gøtu Kirkju: Gøtu kirkju ungdómskór hevur 2 summarkonsertir í dag, sunndagin 26. juni.

Tann fyrra er í Listasavni Føroya, kl. 15.00, og tann seinna í Gøtu kirkju kl. 19.30.

Kórið fer at framføra tey verk, sum kórið hevur arbeitt við síðsta árið, og sum kórið framførdi á kórfestivali í Eysturríki í maj í ár. So skráin er samansett av rútmiskum accapella verkum og meira klassiskum verkum (nýggjari og eldri).

Kórið telur í løtuni 27 ungdómar, sum koma frá allari Eysturoynni og Norðoyggjum


Konsertin í Gøtu kirkju er ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til virksemi hjá kórinum.