Mikukvøldið 29. juni verður rundvísing í føstu framsýningini.kl. 19.30.
Umvísari er savnsumsjónarfólk og listfrøðingur Solveig Hanusardóttir Olsen.
Solveig fer at greiða frá savninum, hugleiða um verk í føstu framsýningini og greiða stutt frá serframsýningini “Tað andaliga í málninginum”.
Atgongugjald er 65 kr, lesandi 25 kr, og børn 16 ár og undir ókeypis.
Savnið er opið kl. 19.00-21.00
Summarkvøld við lister hvørt mikukvøld á Listasavninum, antin er rundvísing ella konsert á skránni, sí www.art.fo.
Øll eru vælkomin
Listasavn Føroya




