Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarmótin er komin og kemur

Oliver Joensen

Á Hvíthúsi hittu vit Monu Rasmussen, stjóra og hon er ikki í iva tá vit spyrja um summarmótan 2015.

Tað eru teir ljósu litirnir, ið trýna framúr nú handilin er um at vera fullur av vár og summarkollektiónini. Fyri tíðina kemur nýtt í handilin hvørja viku, so hetta er ein sera spennandi tíð hjá okkum, og viðskiftafólkum okkara, ið leita sær eftir onkrum nýggjum til summarið.

Umframt at eg sigi at litirnir eru ljósir, so kann eg meira ítøkiliga siga, at ljósareytt, ein ljósareyður litur ið tey nevna ”nute” er sera nógv at síggja og so er blátt eisini á skránni.

Ímillum merkini, sum vit her á Hvíthúsi føra eru Hunky Dory, Rosemunde og ikki at gloyma sera vælumtótku og vælsitandi buksurnar frá Pierzak.

Jú, sigur fryntliga og vælupplagda Mona Rasmussen, vit eru sera væl fyri at bjóða okkum fram við tí nýggjasta til summarið 2015.