Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarmyndir: Mjørkin er serstakur og vakur

Danial Viðoy

Summarmyndir: Mjørkin hoyrir føroyska summarinum til. Tað er einki at ivast í. Mjørki er ikki bara strævin, tí hann er viðhvørt eisini vakur og serstakur at eygleiða. Sólfríð Petersen av Saltangará fekk nakrar sera vakrar myndir av mjørkanum í gjár.

Hon skrivar soleiðis um myndirnar, hon sendi til Norðlýsið:

Hey tit á Norðlýsinum, her eru nakrar summarmyndir frá 24 juli.

Dagurin byrjar við mjørka, síðan kemur sólin og mjørkatám er á fjørðinum. Skip kom inneftir Skálafjørðinum í mjørkatáminum, sólin skein omanfyri.

Mjørkin liggur lágt, mjørkin kemur eisini stillisliga niður á fjørðin, úr Lamba.

Ein fantastiskur summardagur í Føroyum.

Heilsan Sólfríð Petersen, Saltangará.