Í annaðkvøld, friggjakvøldið kl. 21, skipar Tórshavnar kommuna fyri summarsólstøðum í Sandagerði.
Í annaðkvøld, friggjakvøldið kl. 21, skipar Tórshavnar kommuna fyri summarsólstøðum í Sandagerði.
Tróndur Enni og Lív Næs spæla nøkur løg, áðrenn Ingun Eiriksdóttir, miðfyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar kommunu, heldur røðu. Síðan verður bálbrenning, felagssangur og føroyskur dansur.
Eisini ber at keypa sær okkurt leskiligt og børnini kunnu royna spøl, sum skótar skipa fyri.
Børn, ið hava hug at royna ponyríðing, hava møguleika fyri hesum frá kl. 19.00 til 21.00.




