Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarstevna og BUBU í Mikladali

Danial Viðoy

Komandi vikuskiftið verða árligu tiltøkini til frama fyri Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag í Mikladali. Sum nakað nýtt fáa tey vitjan av barnavininum BUBU.

Komandi vikuskiftið verða árligu tiltøkini til frama fyri Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag í Mikladali. Sum nakað nýtt fáa tey vitjan av barnavininum BUBU.

Fríggjakvøldið byrjar eydnuhjólið kl. 21.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Kaffisølan er opin í erva, meðan eydnuhjólið fer fram.

Leygardagin skipar klovnurin BUBU fyri barnatiltøkum frá kl. 13 til 15. Ætlanin er at reika eitt sindur runt um í Mikladali. Aftaná verður pylsugrill og tombola.

Leygarkvøldið byrjar eydnuhjólið aftur kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00, tá lutaseðlarnir verða trektir. Kaffisølan er opin í erva, meðan eydnuhjólið fer fram.

Bátur uttan bildekk siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 leygarkvøldið. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30

Øll eru vælkomin